Skelkur og øðrvísi eftirspurningur

Nýggjasta konjunkturkanningin vísir, at koronafarsóttin hevur skelkað útflutningsvinnurnar, men hon bendir eisini á flytingar í eftirspurningi á heimliga marknaðinum.

Fyri einum ári síðan var samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum 32. Fyri hálvum ári síðan var tað -16, og í hesi nýggjastu konjunkturkanningini er tað -9. Stóra fallið í konjunkturbarometrinum, fyri hálvum ári síðan, hevur sostatt rættað seg nakað uppaftur. 

Tilfeingis-, ídnaðar- og tænastuvinnurnar hava størst ávirkan á samlaða vísitalið í føroyska konjunkturbarometrinum, og tað eru eisini vísitølini í hesum vinnugreinunum, sum hava flutt seg mest hetta seinasta árið. 

Tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar vænta meira framleiðslu komandi árið

Um somu tíð í fjør var vísitalið í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum farið úr 13 upp í 35, men eftir at fyrsta smittubylgjan av koronafarsóttini hevði gjørt um seg, fall vísitalið í hesum vinnum niður á -28. Hetta var í juni 2020. Vísitalið í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum er komið eitt sindur uppaftur, og er nú -19. 

Tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar umboða serliga fiskivinnuna og útflutningssíðuna í føroyska samfelagsbú­skapi­num. Hesin parturin av føroysku vinnuni varð hart raktur, tá ið koronatiltøkini læstu útlendsku marknaðirnar niður tíðliga á vári í fjør. Bíleggingarnar minkaðu brádliga og goymslurnar gjørdust ov stórar. 

Tilfeingis- og ídnaðarvinnurnar vænta nú, at vøkstur kemur í aftur framleiðsluna komandi mánaðir­nar, og útflutningsvinnur­nar hava sum heild ikki líka stórar avbjóðingar við ov stórum goymslum, sum tær høvdu beint eftir fyrsta koronaskelkin. 

Tænastuvinnurnar lata verri at gongdini seinna hálvár 2020

Í tænastuvinnunum var sama gongdin við vísitalinum. Um somu tíð í fjør hækkaði vísitalið úr 39 upp í 53. Seks mánaðir seinni var vísititalið fallið niður á -13. Nú er vísitalið í tænastuvinnunum komið upp aftur á -7. 

Tænastuvinnurnar fingu ein diggan frammaná av koronatiltøkunum. Í hesi nýggjastu konjunktur­kannngini siga tænastuvinnurnar, at afturgongdin í virkseminum og søluni, seinasta mánaðirnar, hevur verið størri, enn tey mettu í fyrstu konjunkturkanningini, eftir at koronatiltøkini vóru sett í verk, fyri hálvum ári síðan. 

Nú vænta tey í tænastuvinnunum, at umsetningurin fer at koma fyri seg aftur í hesum árinum, og tí hækkar vísitalið í tænastu­vinnum aftur. Tænastuvinnurnar umboða m.a. ferðavinnuna, mat­stovur­nar og gistingar­húsini. 

Handilsvinnurnar lata betri at gongdini seinna hálvár 2020

Í handilsvinnunum hevur gongdin verið øðrvísi. Handilsvinnurnar lata betur at søluni seinna hálvár 2020, enn tær gjørdu fyri fyrra hálvár 2020. Tey vænta tó ikki sama vøkstur í sølutølunum hetta komandi árið, og tí er lítil broyting í samlaða vísitalinum hjá handilsvinnunum í hesi nýggjastu konjunktur­kanningini. Vísitalið í handilsvinnunum var 29 um somu tíð í fjør, og er síðan lækkað niður á 15 í juni 2020 og 13 í januar í ár. 

Langt ímillum stóru byggiverkætlanirnar í løtuni

Samlaða vísitalið í byggivinnunum er støðugt fallið í teimum seinastu konjunkturkanningunum. Fyri hálvum ári síðan fall vísitalið úr -1 niður á -34, men er kvinkað upp aftur á -24 í hesi nýggjastu konjunkturkanningini. 

Korona hevur neyvan havt stórvegis ávirkan á virksemið og gongdina í byggivinnuni. Byggivinnan væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi verður minni, tí stórt trýst var á byggivinnuni fyri fáum árum síðan, og fleiri størri byggiverkætlanir eru nú lidnar. Í løtuni verða ikki so nógvar størri byggiverkætlanir planlagdar. Hetta er helst orsøkin til, at vísitalið í byggivinnunum støðugt er lækkað í hálvárligu konjunkturkanningunum frá 2017, tá ið vísitalið í byggivinnunum var heilt uppi á 68. 

Brúkarin góðar vónir um búskapin

Føroyski brúkarin var ikki so nógv nervaður av koronaskelkinum eftir fyrstu smyttubylgjuna. Brúkaravísitalið fall úr 5 niður á 0, frá januar til juni í før. Í januar í ár kom brúkaravísitalið upp á 7, og tað kemst mest av, at føroyski brúkarin nú er bjartskygdari um gongdina í virkseminum og búskapinum komandi mánaðirnar, enn hann var fyri hálvum ári síðan.