Skeiv vegleiðing á valkortunum

Av misgáum er skeiv vegleiðing komin á valkortini, ið júst eru send veljarunum í sambandi við vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamlegging, sum verður 3. mai 2012


Av misgáum er skeiv vegleiðing komin á valkortini, ið júst eru send veljarunum í sambandi við vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamlegging, sum verður 3. mai 2012. Rætta vegleiðingin er:


Atkvøtt verður soleiðis, at tann, sum atkvøður fyri kommunusamanlegging, setur ein kross við orðið "Ja", meðan tann, ið atkvøður ímóti, setur ein kross við orðið "Nei".


Í kunngerð nr. 26 frá 23. mars 2012 um vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging eru ásetingarnar um atkvøðugreiðsluna, og tað er henda vegleiðing í av røttum eigur at standa á valkortunum. Skeiva vegleiðingin á valkortunum er ein standardtekstur, ið verður nýttur til løgtingsval, og Umhvørvisstovan harmast at skeivur tekstur er prentaður á valkortini.


Skeiva vegleiðingin hevur tó ongar løgfrøðisligar fylgjur fyri vegleiðandi fólkaatkvøðuna, og veljarin skal sum vanligt hava valkortið við til valstaðið, har hann verður skrásettur og síðani fær útflýggja lepan at skriva krossin á.