Skeiv tøl í Norðlýsinum

Í Norðlýsinum hevur John William Joensen roknað
seg fram til, at Vestmanna Seafood og p/f Skip í Vágum skulu hava fingið
ávikavist 42,9 og 41,2 prosent av øllum menningarkvotunum, tilsamans 84,1
prosent (sí leinki).



https://nordlysid.fo/tidindi/56226/vestmanna-og-sorvagur-foru-avstad-vid-8421-av-samlada-menningarkvotu-tilfeinginum



Nú veit eg ikki, hvussu John William roknar prosent, men hann fær í øllum
førum ikki rætt úrslit.



Tøka nøgdin av svartkjafti til menningarkvotur í 2018 er 41.912 tons. Av
teimum vórðu 33.530 tons (80 prosent) útlutað.



Tøka nøgdin av makreli til menningarkvotur er 8.749 tons. Alt varð útlutað.



Tøka nøgdin av sild, er 7.510 tons. Alt varð útlutað.



Tøka tonsatalið til menningarkvotur av svartkjafti, makreli og sild er
tilsamans 58.171. Av teimum vórðu 49.789 tons útlutað.



P/f Vestmanna Fiskavirki fekk:

12.970 tons av svartkjafti, tað er 38,7 prosent av útlutaðu
menningarkvotununum av svartkjafti og 30,9 prosent av tøku menningarkvotuni av
svartkjafti.



2.224 tons
av makreli, tað er 25,4 prosent av menningarkvotuni av makreli.



1.770 tons
av sild, tað er 23,6 prosent av menningarkvotuni av sild.



16.964 tons
av svartkjafti, makreli og sild tilsamans, tað er 34,1 prosent av útlutaða tonsatalinum
og 29,2 prosent av tøka tonsatalinum.



P/f Skip (undir stovnan) í Vágum fekk:

10.400 tons av svartkjafti, tað er 31 prosent av útlutaðu menningarkvotunum av
svartkjafti og 24,8 prosent av tøku menningarkvotuni av svartkjafti.



2.224 tons
av makreli, tað er 25,4 prosent av menningarkvotuni av makreli.



1.770 tons
av sild, ta er 23,6 prosent av menningarkvotuni av sild.



14.394 tons
av svartkjafti, makreli og sild tilsamans, tað er 28,9 prosent av útlutaða tonsatalinum
og 24,7 prosent av tøka tonsatalinum.



Tilsamans
hava Vestmanna Fiskavirki og felagið í Vágum fingið 63 prosent av øllum tí útlutaða
tonsatalinum av svartkjafti, makreli og sild og 53,9 prosent av tøka
tonsatalinum.



Fáur lýgur
meira enn helvtina.



Ingolf S.
Olsen


Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum