Skeiðskrá fyri kassameistarar/nevndarlimir 2018

 Í 2016 skipaði ÍSF fyri skeiðum fyri kassameistarum og nevndarlimum. Skipað varð fyri 5 skeiðum kring landið, og vóru hesi sera væl umtókt. Ítróttasamband Føroya fer í 2018 at taka tráðin uppaftur. Undirvísarar: Finn Jensen og Jarvin F Hansen.


Skeiðini verða hesar dagar:


1. mars kl 20.00-22.30 í skúlanum í Trongisvági

15. mars kl 20.00-22.30 í skúlanum við Løkin

4. apríl kl 19.00-21.30 í ÍSF-húsinum í Havn


Evni:

1. Bókhald og mannagongdir

2. Skattlig viðurskifti

3. Stuðulsskipanir og MVG

4. Nevndararbeiði, viðtøkur o.a.


Málbólkur:

Nevndarlimir í ítróttarfeløgum.

Hvat fært tú burturúr:


– Uppgávur og ábyrgdin hjá einum kassameistara

– Vitan um bókhald, skatt, stuðulsskipanir og MVG

– Tín leiklut sum nevndarlimur í einum ítróttarfelag.


Tilmelding:

Tilmelding ferð fram við at fylla út her: her seinast ein dag áðrenn skeiðið.


Kostnaður:

200 kr., sum skal flytast á konto: 9181 151.233.3 – viðmerk «kassameistari, (felag)