Skeið í grundleggjandi vitan um vín

Sunnudagin 16. juni, skipaði Ferðavinnufelagið fyri einum grundleggjandi vínskeiði fyri limum í Ferðavinnufelagnum. 

Tað var John Mikkelsen, matstovuleiðari Heima í Havn, sum hevði skeiðið, sum var hildið í Fútastovu. Á skeiðnum var komið inn á øki, sum eru neyðug at vita í handfaring og sølu av víni.