Umhvørvisstovan skipar í døgunum 26.-29. apríl 2022 fyri skeiði um at fyribyrgja og týna rottu.
Skeiðið er serliga ætlað aktingarfólki hjá kommununum, men er eisini viðkomandi hjá fólki sum, arbeiða í fyrisitingini hjá kommunum, arbeiða við spillivatnsskipanum ella fyritøku har fyribyrging og týning rottu er liður í arbeiðinum, húsavørðum og øðrum.
Fyri at fyribyrgja og týna rottu, er neyðugt at hava holla vitan um rottu, rottueitur, fellur o.a., og er ætlanin at tey, sum arbeiða við at fyribyrgja og týna rottu, skulu verða løggildað. Fyri at fáa løggilding er tað ein treyt at hava luttikið á skeiðinum ella samsvarandi skeiði í eitt nú Danmark.
Skeiðið verður á Hotel Hafnia 26. – 29. apríl 2022, og er vistarhaldsskeið, t.e. at luttakararnir búgva á hotellinum, meðan skeiðið varar.
Kostnaðurin er 10.000 kr.
Freist at tekna seg til skeiðið 1. apríl 2022
Avmarkað luttøka.
Meira kunning um skeiðið fæst her