Hevur tú hug at førleikamenna teg, fáa amboð at arbeiða við og vera til reiðar at taka ímóti avbjóðingum í komandi kappingári?
So er eitt skeið hjá ÍSF nakað fyri teg – sí lýsing niðanfyri.
Tann 3. November 2012 skipar ÍSF fyri einum skeiði fyri nevndarlimum í ítróttafeløgum.
Skeiðsluttakararnir fáa m.a. innlit í hesi evni:
Bygnaðarlæra
Hvat er eitt felag?
Hvat er leiðsla?
Tann “ stratetegiski” tríkanturin
Leikluturin og uppgávurnar hjá nevndini
Samstarv og samvirkandi fyrimunir
Samskifti
Nevndararbeiði
Leiðsluførleikar
Hvørjir førleikar eru ynskiligir fyri eina nevnd?
Fundarleiðsla
Hvat sigur jurain?
Frá hugskoti til íverksetan
Avbjóðingar hjá feløgunum
Hugskot, visjónir, mál og ætlanir
At fáa limirnar virknar
Sjónliggeran
Nær: 3. November 2012 kl 09-17
Stað: ÍSF húsið
Kostnaður: 400 kr, sum skal gjaldast á konto 9181 151233.3. Skeiðstilfar og matur er íroknað prísinum.
Undirvísari: Torben Bundgaard, chefkonsulentur í Danska Ítróttasambandinum
Tilmelding: ahl@isf.fo innan tann 25. oktober 2012 – og er hon bindandi