Skatturin vaks annað árið á rað við meira enn 4%

Annað árið á rað vaks skattainntøkan hjá tí almenna við meira enn 4% og táttar nú í 6 milliardir kr. Tað er skattur av lønum o.l. sum gevur vøksturin, hinvegin kom minni inn í avgjøldum í fjør vísir fyribilsuppgerðin. Vøksturin seinastu tvey árini merkir at tað í 2011 kom meira inn í skatti og avgjøldum enn í metárinum 2008.


Meira enn helmingurin av skattinum er inntøkuskattur. Tað er m.a. skattur á lønir, kapitalvinning, partafeløg o.l. Í fjør var inntøkuskatturin góðar 3,5 milliardir kr, ein meirinntøka upp á 232 milliónir kr. í mun til 2010, vøksturir er um 7%. Orsøkin til at inntøkuskatturin veksur er, at lønirnar í sama tíðarskeiðið eisini høvdu framgongd.


Hin stóra skattainntøkan er avgjøld á vørur og tænastur. Í fjør vóru avgjøldini 1.768 milliónir kr., sum er eitt vet minni enn árið fyri. Avgjaldsinntøkurnar eru framvegis væl minni enn í bestu avgjaldsárunum 2007 og 2008.


Landið fær mesta partin av skattinum


Størsti partur av inntøkuskattinum og allar avgjaldsinntøkurnar fara í landskassan. Landið fær 64% av skattinum, sum í 2011 var 3,8 milliardir kr. Kommunurnar fáa bert inntøkuskatt og var tað 25% av inntøkunum. Kommunurnar fingu 1,5 milliardir kr. inn í fjør.


Kravd sosial tryggingargjøld eru góð 10% av skattainntøkuni og eru um 600 milliónir krónur. Hetta eru m.a. inngjøld til samhaldsfasta eftirlønargrunnin, Arbeiðsloysisskipanina, Barsilsskipanina og Heilsutrygd.


Skattatrýstið er um 43% Frá 2004 til 2008 var føroyska skattatrýstið javnt vaksandi og var tað nærum 45% av tøku bruttotjóðarinntøkuni í 2008. Síðan fall tað eitt sindur aftur niður í móti 42%, men seinasta árið vaks skatturin meir enn tøka bruttotjóðarinntøkan og er skattatrýstið tí økt til umleið 43%. Danska skattatrýstið er um 48% og er tí væl hægri enn tað føroyska. Gongdin er tó at munurin gerst alsamt minni. Danska skattatrýstið var uppá tað hægsta um ár 2000, men er síðan fallið nakað. Tað føroyska skattatrýstið er vaksið í sama tíðarskeiðið, úr einum 39% um aldarskiftið til umleið 43% í dag.


Kelda: www.hagstova.fo