Skattapolitikkur og lønarsamráðingar skulu ikki samantvinnast

Soljóðandi skriv er sent álitsfólkum Starvsmannafelagsins, nú semjan er undirskrivað:


Skattapolitikkur og lønarsamráðingar skulu ikki samantvinnast


Vit eru takksom fyri sera stóru uppmøtingina á álitisfólkafundinum, og at vit fingu so mong ymisk sjónarmið at hoyra. Okkum tørvaði íblástur og ta sparring, tit kundu geva og góvu okkum.


Vit hava eftirmett og gjørt okkara ítarsta at gagnnýta tær áskoðanir, ið komu fram á fundinum, okkara egnu royndir í samráðingarhøpi og mett um, hvørja semju, vit kundu liva við í einum stuttum sáttmálaskeiði.


Vit vilja ikki gera ein 2 ára sáttmála, hvørs innihald, vit ikki kunnu taka undir við og sum ikki er nøktandi.


Eins og vit hava tvíhildið um, so góðtaka vit á ongan hátt, at flatskattur / skattapolitikkur skal tvinnast saman við okkara lønarsamráðingar. Hetta er eitt aðalmál.


Ikki tykkum at siga, eru ómetaliga nógv atlit at taka. Vit meta ikki, vit fáa nokk burturúr einum verkfalli, til at vit vilja brúka orkuna á hesum sinni.


Vit eru greið yvir, at hetta hevur verið drúgt og tit sjálvsagt hava ótolnast eftir eini endaligari avgerð. Vit hava verið semjusøkjandi, hava roynt at funnið loysnir í einum sera kompleksari samráðingartilgongd, har høvuðsboðskapurin frá arbeiðsgevarasíðuni hevur verið, at førdi skattapolitikkurin skuldi síggjast aftur í einum samráðingarúrsliti.


Vit hava hildið rimmar fast um, at vit góðtaka ikki, at samráðingar og førdi skattapolitikkurin skulu samantvinnast. Hetta hevur gjørt hesar samráðingarnar serliga torførar. Vit vita, at flestu limir felagsins als einki gagn fáa av førda skattapolitikkinum og harafturat eru tað álvarsomu inntrivini í okkara eftirlønarviðurskifti, ið eru grundarlagið undir flatskattinum.


Eitt, sum kom fram á álitisfólkafundinum var at leingja sáttmálan. Hesin tankin hevur eisini verið í okkara huga, tó so skuldu serkrøvunum, sum vóru partur av semingsuppskotinum, eisini vera við í semjuni. Nøkur av hesum serkrøvum hava vit stríðst fyri í fleiri ár og meta vit týdningarmikil, eisini framatlýtandi.


Hetta krav hava vit síðani fyrilagt sáttmálapørtunum, og biðið um at fáa ítøkiliggjørt ásetingina um førleikamenning, so vit fáa eina skipan at veita førleikaviðbøtur eftir. Vit kundu heldur ikki góðtaka at ásetingin um hoyringsskriv í sambandi við uppsøgn í okkara sáttmála skuldi strikast.


Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava góðtikið okkara krøv. Tey hava góðtikið at ítøkiliggjørt førleikaviðbøturnar eins og ásett er í sáttmálum hjá øðrum fakfeløgum.


Kravið um at skerja rættin hjá Starvsmannafelagnum at fáa hoyringsskriv í samband við uppsøgn, er heldur ikki við í semjuni.


Við støði í omanfyristandandi, hava vit valt at leingja verandi sáttmála, saman við serkrøvunum, í eitt ár til 01.10.2012.