Myndaódnin 2011 er heitið á framsýning í Steinprenti, ið á hvørjum ári lýsir upp eins og ein listarligur glotti í vetramyrkrinum. Á framsýningini verður borðreitt við einum úrvali av teimum bestu verkunum, sum eru framleidd á verkstaðnum í ár og sum ikki eru framsýnd áður í Steinprenti. Eins og ógvisliga heitið bendir á, er talan um eina stóra og fjølbroytta framsýning. Framsýndar verða útivið 40 myndir hjá 14 listafólkum, sum eru búsitandi í ávikavíst Svøríki, Danmark og Finnlandi, umframt í Føroyum. Meira enn 50 ár eru millum elsta og yngsta luttakaran á framsýningini, ið sostatt fevnir rættiliga breitt um bæði klassiska, føroyska og norðurlendska dygdarlist og list, sum brýtur burturúr nýggjum.
Tó at seyðir og seyðahald mugu sigast at vera sentralir føroyskir mentanartættir, hevur myndlistarligi áhugin higartil ikki verið serliga stórur fyri seyðamyndevnum. Men í grundini eru júst seyðir og onnur djór millum yndismyndevnini hjá Fríðu Matras Brekku, sum við ansi fyri tí vakra og tí skemtiliga, sýnir fram nøkur seyðaportrett í sterkum poppart-kendum litum. Nestor hópsins, Zacharias Heinesen hevur fingið fleiri góð prent burturúr arbeiðnum á verkstaðnum, sum víkja rættiliga fitt frá hansara málningum, hóast myndevnið nú sum áður er føroyska umhvørvið. Tað er eins og listamaðurin vágar sær eitt vet longri út í abstraktiónina í grafisku myndunum Í øllum førum tykjast hansara stóru steinprent meira eksperimenterandi enn oljumálningarnir bæði viðvíkjandi kompositión og litavali. Men í grundini snúgva hansara myndir seg altíð um somu kjarnu, um tað stóra í tí lítla og eingin hevur sum Zacharias Heinesen megnað at innlima ljósið og vætuna í føroyska landslagnum í tulkingunum av bygd og bý, havi og fjalli. Sjálvt um steinprentini hjá Hansinu Iversen eru nonfigurativ, er kanska ikki so langt millum estetikkin hjá henni og Zachariasi Heinesen, sum ein kundi hildið. Hansina Iversen hevur í seinastuni arbeitt við ársprentinum hjá grafikkfelagnum Steinbrá og hevur fleiri smáar, men sublimar myndir við á framsýningini.
Orð hava sjáldsama stóran leiklut á ársins framsýning, eitt nú á framúr góðu plakatunum, sum Claus Carstensen og Knud Odde gjørdu í sambandi við framsýningar í Norðurlandahúsinum. Hin fríska appilsingula og silvurlitta plakatin, sum Brandur Patursson gjørdi til Heystframsýningina, verður somuleiðis framsýnd. Annað prentið, sum Jan Håfström gjørdi til Summarframsýningina, er við áskriftini Føroyar 800 átøkt einum føroyskum frímerkjaarki við andlitsmynd av alter egonum hjá listamanninum, Mr Walker. Bókmentalig inspiratión sæst somuleiðis í myndini hjá Zven Balslev, ið snýr seg um søguna hjá Williami Heinesen um tann fantastiska knívin, sum fullkomiliga tekur ræði av bergtikna unga høvuðspersóninum.
Politisk list er eisini umboðað á framsýningini við verkinum, sum Tróndur Patursson og Carl Jóhan Jensen hava gjørt fyri Tjóðveldi. Blái liturin er eyðkendur fyri kosmiskt hugaða listamannin úr Kirkjubø og speiska nýskjaldrið á myndini er ikki minni eyðkent fyri politiskt aktiva skaldið úr Havn. Orð eru á sama hátt grundleggjandi í einføldu konseptlistini hjá Svend-Allan Sørensen, ið inniheldur subtilt og poetiskt skemt av tí álvarsliga slagnum. Svend-Allan Sørensen er íðin veiðumaður við áhuga fyri veiðibyrsum og ein tílík er avmyndað á tí eina stóra prentinum av trimum, sum hann hevur gjørt í Steinprenti. Hetta er fyrstu ferð, hann roynir steinprentstøknið og vit síggja á steinprentunum, at hann hevur eksperimenterað við t.d. at yvirføra fotomyndir, blaðgreinar osfr. yvir í steinprent. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl millum rátt og sofistikerað, millum readymade og autenticitet. Ikki er hann minni sofistikeraður, Tóroddur Poulsen og so er hann millum okkara mest originalu listafólk. Hansara myndir umboða eitt satt nýbrot innan føroyska myndlist. Orðini hava sjálvsagdan leiklut í hansara myndum, tí fyri hann hevur skriftin altíð verið mynd og øvut. Í myndini "Oys" hugleiðir hann um grindadráp á ein hátt, ið fullkomiliga brýtur frá mátanum, sum myndevnið áður er viðgjørt í okkara listasøgu. Hetta er eitt satiriskt portrett av einum ungum, metrosexuellum manni við oyraringum, bringu- og høkuskeggi, sum eftir talibobluni at døma ikki gongur í grind - oys nei...
Tey ungu listafólkini, Heiðrik á Heygum og Silja Strøm siga bæði søgur við figurativum myndum, men eru annars sera ymisk. Heiðrik á Heygum er líka so nógv filmslistamaður og tónleikari sum hann er myndlistamaður. Hansara prent við heitinum "Hann avlýsti" avmyndar eina kvinnu í baðikápu við handklæði um hárið, sum situr og hyggur at síni fartelefon. Sitandi kvinnan er stødd miðskeiðis og eitt sindur til vinstru í svarta myndarúminum, sum er bygt upp av bylgjandi skuggum, ið geva gávaðu kvinnulýsingini ein heldur dapran, ekspressivan dám. Myndirnar hjá Silju Strøm eru modernaðir fáblar uttan nakra niðurstøðu ella endaligan moral. Men onkursvegna tykjast androgynu menniskjafigurarnir einsamallari og minni tilvitaðir enn djórini í myndunum. Djórini sýnast meira ektað og heil enn tey menniskjalíku, sum eru deform og fremmandgjørd, men eisini nakin og viðbrekin. Kenslan av verfremdung er áleypandi, tá tú hyggur at myndunum hjá Silju Strøm, eisini í máliháttinum, sum í støðum insisterar uppá tað ljóta og stirvna. Hava vit í huga, at verfremdungshugtakið upprunaliga stavar frá Bertholt Brecht og hansara anti-aristotelesku leiklist, so eru vit kanska ikki á heilt skeivari leið - í øllum førum tykjast myndirnar hjá Silju Strøm rættiliga teatralskar.
Føroyska listaárið 2011 hevur verið heilt ómetaliga ríkt og millum áhugaverdastu framsýningarnar var tann hjá Mariusi Olsen í Steinprenti, so sjálvandi eru tvær av hansara neyvu og poetisku myndum við á Myndaódnini 2011.
Hetta er myrkasta tíðin og vit hava meir enn nakrantíð tørv á at savnast um okkara góðu skapandi orku. Øll eru hjartans vælkomin til upplatingina í Steinprenti leygardagin 3.desember klokkan 15-17. Framsýningin verður hangandi inntil 14.januar 2012.