ÓDNARVEÐUR: Ódnin gjørdi veruliga um seg á vegakervinum. Sjálvt bilverjur máttu lúta fyri nógva vindinum.
Hetta var bæði í Kambsdali og Oyndarfjarðarvegnum, har eisini ein veðurstøð hjá Landsverki varð skrædd leys og koppaði. Somuleiðis varð ein skúrur rivin leysur á Gomlurætt og endaði á sjónum, og nógv skelti kring landið fingu eisini skaða.
- Fólk frá Landsverki arbeiða við at fáa tingini í rættlag, men tað fara at ganga fleiri dagar, áðrenn allir skaðarnir eru rættaðir, sigur Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðari á Landsverki.
Somuleiðis vóru nógvir aðrir skaðar. Myndirnar, sum fólk á Landsverki hava tikið, tala fyri seg.
Kelda. www.landsverk.fo