Sjúrður Olsen borgarstjóri

Í løtuni er tað sjáldsama galdandi, at annar varaborgarstjóri er sitandi borgarstjóri í Tòrshavnar kommunu.


Hetta kemst av, at bæði borgarstjórin, Heðin Mortensen, og varaborgarstjórin, Bogi Andreasen, eru farnir til Íslands at luttaka á Hátíð Havsins, sum byrjar í Reykjavík í morgin.


Tað merkir, at annar varaborgarstjóri má trakka til. Tað er Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, sum altso er sitandi borgarstjóri hesar dagarnar.