Sjóvinnustýrið skal verða í Vágum

Tað er løgið, at leigaði bygningurin hjá Sjóvinnustýrinum á ídnaðarøkinum hjá Sørvágs Kommunu við flogvøllin brádliga er í so ringum standi, at har býður ikki í bøtur.

Tað er útvið eitt ár síðani, at flutt varð í henda bygningin, tí gamla høvuðssætið á Giljanesi var fongt við soppi. Leigaði bygningurin skuldi vera ein fyribilsloysn, til ein varandi loysn verður funnin. 

Men sambært útvarpstíðindunum í gjárkvøldið og á middegi í dag er bráddliga alt galið við leigaða bygninginum, og tað í sovorðið ólukkumát, at flytast má úr honum sum skjótast – av oynni sjálvandi.

Útvarpið hevur ikki latið eigaran av leigaða bygningin koma til orðanna at gera sína meting um standin á bygninginum. Men bygningurin er bert er fá ára gamal, so tað skal vera løgið, um tað ikki lutfalsliga skjótt ber til at fáa trupulleikarnar í rættlag, sum stjórin í Sjóvinnustýrinum og trygdarumboðið har hava umrøtt – inniklima, vantandi vindeygu og skilabetri innrætting. 

Sjálvandi ber tað til, og tað vil eg staðiliga mæla til verður gjørt, um ongin annar egnaður bygningur er í Vágum.

Tí fer Sjóvinnustýrið fyrst av oynni, ivist eg stórliga í, at tað nakrantíð kemur aftur.

Ingolf S. Olsen
Sørvágur