Sjósavnið betri umstøður

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:


Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur samtykt at játta Føroya Sjósavni á Argjum 611.000 krónur í rakstrarstuðli næsta ár. Skal tað vælumtókta Sjósavnið kunna røkja sínar uppgávur og koma víðari, er neyðugt við størri fígging.


Tórshavnar kommuna hevur frá fyrsta degi stuðlað Føroya Sjósavni á Argjum. Felagið hevur frá kommununi fingið 400.000 krónur í stuðli til raksturin síðani 2007. Sjósavnið hevur eisini fingið 300.000 krónur frá mentamálaráðnum.


Eitt skifti var talan um at skerja landsstuðulin, men tað kom í rættlag aftur. Í 2013 verður hann kortini eitt sindur minni, tí hann kemur undir generellar sparingar á fíggjarlóg landsins.


Men skal Sjósavnið koma víðari og vera nóg væl mannað til at taka sær av savninum og teimum mongu vitjandi, so skal meiri til.


Savnið søkti tí Tórshavnar býráð um at hækka stuðulin frá 2013, og mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti í gjár at veita Føroya Sjósavni 611.000 krónur í stuðli til raksturin næsta ár.


Hetta tryggjar m.a., at Sjósavnið kann hava fólk, sum alla tíðina er um savnið og fiskarnar, sum mugu ansast allan sólarringin. Í løtuni er bert eitt fólk í starvi hjá savninum, og tað er ikki lív.


Føroya Sjósavn hevur eydnast væl. Hugurin at vitja savnið er alstórur. Skúlar og barnagarðar gera mangar ferðir á Argir at hyggja at ymsum fiskum í kørum, og almenningurin sum heild hevur eisini víst áhuga fyri savninum.


Føroya Sjósavn arbeiðir eisini við ætlanum um víðkað virksemi og víðkaðar umstøður. Eitt nú hevur savnið frá ónevndum gevara fingið eitt stórt fuglasavn, sum ikki herbergast í teimum húsunum, sum savnið heldur til í við Sandágerði.


At kunna sýna eitt stórt føroyskt fuglasavn fram undir sama taki, sum fiskarnir undir Føroyum verða sýndir fram, verður hildið at vera eitt sera gott átak fyri sjósavnsins framtíð. Livst so spyrst!


---