Sjónleikur, nærlagni og hugni

Vit kenna helst øll til, at jólamánaðurin er
stuttur, tiltøkini eru mong og alt skal náast. Og av ymsum orsøkum er skjótt at
gloyma, at jólini í veruleikanum ikki snúgva seg um gávur, men um nærleika og
hugna.
 



Í Sjónleikahúsinum er
møguleika til eina slíka løtu nú “Jólagleðin ið hvarv” er at síggja. Ein nýskrivaður
føroyakur leikur til børn og barnsliga sálir. Leikurin snýr seg um
álvar og vættrar sum hittast
einaferð um árið at gera fortreð og arga hvønn annan. Men saman gera tey, at
jólagleðin verður funnin.



V. U.
Hammershaimb sigur um vættrar.



Vættrar
eru smáir, fríðir til útsjóndar, góðir andar, sum búgva í húsunum hjá góðum
fólki, og undir teirra lívd njóta tey sælu og fáa styrk av teimum, so at alt
gongur væl í lag í tí húsi, hvar vættrar eru; sælur er vættra vinur, tí hann
kann hvørki trøll ella huldufólk ella nakar livandi undir jørðini ella á jørð
granda.



Hinvegin
eru álvar yvirnatúrligar verur sum búgva í heyggjum, sumkunnu tøla menniskju og
binda tey til sín.



At vita
hvussu leikur fer ber til við at leita sær í Sjónleikahúsið.



Leikurin
verður vístur týsdag, mikudag og fríggjadag kl. 18.00 og leygardag og sunnudag
kl. 15.00



Atgongumerki
á www.atgongumerki.fo og í
Sjónleikarhúsinum ein tíma undan sýning.