Sjey túsund longu vitjað ísvøllin

Talið á vitjandi økist hvønn einasta dag og longu nú eru yvir sjey túsund atgongumerki seld!


Vøllurin er sera væl vitjaður, fleiri og fleiri skúlar vitja um morgnarnar og seinnapartarnar og út á kvøldið er fult av fólki, uttan mun til veðrið.


Vanligar upplatingartíðir


mánadag – leygardag kl. 10 – 22


sunnudag kl. 14 – 22.


Gjald


Børn undir 14 ár : 10 krónur fyri at skoyta í ein tíma, og 10 krónur í skoytuleigu í ein tíma.


Vaksin: 20 krónur um tíman fyri at skoyta og 20 krónur fyri at leiga skoytur.


Bílegging og allir fyrispurningar verða avgreiddir á hollin@torshavn.fo