Sjálvstýrisflokkurin gísli

Tíðindaskriv 29.09.11


Nøkur fá fólk hava tikið Sjálvstýrsflokkin gísla


Allur Sjálvstýrisflokkurin er tikin gísli. Hvørji, umframt floksformannin og og landsnevndarformannin, eru við í hesum, veit eg ikki, men tað kann allarhægst snúgva seg um tvey ella trý, sum hava tikið alt ræðið í flokkinum. Tað sær ikki út til, at nakar megnar at taka ræðið av teimum.


Klokkan 18.30 í gjárkvøldið kom teldupostur frá Jan A. Joensen, har hann boðar frá, at ein faldari er borin í hvørt hús í Føroyum. Eg visti einki um hetta og trúði ikki mínum egnu eygum, tá eg læt upp postin.


Í mai ella juni 2010 - tveytúsund og tíggju - var aðalfundur í Vestmanna, har vit eisini tóku myndir til ein valfaldara. Hetta varð mær vitandi gjørt, tí tingmenn floksins væntaðu ikki samgonguna at halda árið út. Eg havi ikki samvitsku til tigandi at hyggja at, meðan nøkur fá fólk taka Sjálvstýrisflokkin sum gísla.


Eg síggi sum mína skyldu at tala at, tá fólkaræðisligar mannagongdir verða settar til viks.


Rúna Sivertsen