Sjálvstøðugt vinnurekandi ongan góðan

Sjálvstøðugt vinnurekandi onki útgjald úr ALS



Ein sjálvstøðugur vinnurekandi, sum er stjóri og sum
hevur eitt ella tvey fólk í arbeiði og sum rindar inn til ALS, fær ikki eitt
oyra útaftur frá tí almenna, um hann ella hon gerst arbeiðsleys - hvørki frá ALS
ella nakran dagpening frá Almannaverkinum.





Hetta ljóðar sera undarligt og órættvíst, at
gjalda fult inngjald og einki fáa út, um okkurt skuldi hent við arbeiðsloysi
ella sjúku.



 



Sama skipan fyri vinnurekandi er galdandi í
Barsilsskipanini. 



 



Galdandi reglur



Fólk í sjálvstøðugari vinnu eru ikki við í kravdu
arbeiðsloysisskipanini, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava sett á stovn.



 



Kortini kunnu tey tryggja seg fíggjarliga móti
arbeiðsloysi við at tekna eina sjálvbodna arbeiðsloysistrygging
hjá ALS. 



Tryggingin er fyri tey, sum eiga og arbeiða í egnum virki og/ella íognarfelag
og sum hava sjálvstøðuga virksemið sum høvuðsvinnu.



 



ALS ger eina nágreiniliga meting av, um vinnuvirksemið
hjá umsøkjarum kemur undir hugtakið sjálvstøðug vinna. ALS-gjaldið hjá
sjálvstøðugum vinnurekandi er 3.000 kr. árliga.



 



Sjálvstøðug vinnurekandi hava ikki rætt til at fáa
arbeiðsloysisstuðul útgoldnan, fyrr enn tey hava havt tryggingina í 1 ár -
uttan steðg.



 



Skyldu at gjalda inn, men ongi rættindi at fáa útgjald



Í veruleikanum minnir henda skipan nærmast um eina
revsing fyri tann, sum setir eitt virki á stovn og er vinnu-óvinarlig.



 



Hví ikki fata stovnaran og eigaran eisini sum starvsfólk,
sum hesin jú eisini veruliga er og sum kann gerast arbeiðsleysur í styttri og
longri tíðarskeið.



 



Sum stovnari og eigari av einum virki hevur tú skyldu at
gjalda inn í ALS, men ongan rætt til útgjald.



 



Henda skipan er órættvís og eigur at broytast - og tað
ongantíð ov skjótt.



 



Kaj Leo Holm Johannesen



løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin