Sjálvmorð og knív í bringuni

Í gjár avdúkaði Oyggjatíðindi, at maðurin varð funnin deyður á Vaglinum í Havn.


Síðani varð ein annar maður handtikin. Upplýst var, at hetta var  í samband við deyða mannin, sum segðist hava drukkið so tætt, at hann kundi vera deyður av, at kroppurin ikki longur orkaði.


Men síðani lak løgreglan út, at tann deyði var stungin í bringuna, og hevði eisini hótt við at taka sítt egna lív í fleiri umførum.


Tann deyði, ella tann dripni fekk eina undarliga lagnu. Hann var útbúgvin skipsførari, var, hóast unga aldurin ein fiskiklógv, men fekk stutta tíð á sjónum. Hann hevur serliga góðar skaldagávur, men var langt úti í misbrúki.


Nú verður kannað um maðurin kann hava stungið seg sjálva. Serlæknar eru komnir úr Danmark at kanna líkið.