Sjálvandi eigur føroyska samfelagið at bjóða sínum borgarum viðgerðartrygd

Tað eru fleiri ár síðani Sambandsflokkurin byrjaði at tosa um at bjóða øllum føroyskum sjúklingum viðgerðartrygd. Tá var undirtøkan ikki stór í øðrum flokkum, millum annað tí at hildið varð, at talan var um eina ov dýra loysn. Men tíðin hevur arbeitt fyri hesum málinum.

Viðgerðartrygdin inniberð í stuttum, at sjúklingurin hevur rætt til kanning og sjúkuavgerð (diagnosu) innan 30 dagar. Danir hava gjørt nógvar royndir við viðgerðartrygdini. Har vóru avbjóðingar ta fyrstu tíðina, og neyðugt var at rætta okkurt til, men í dag hava tey bøtt um sína skipan útfrá royndunum, tey hava gjørt. Teimum royndunum eiga vit í Føroyum eisini at læra av og byggja víðari á, soleiðis at vit fáa eina líknandi skipan ið passar til Føroyska samfelagið. 

Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum hevur arbeitt mest við hesum uppskotinum, og hevur fingið leitað sær ymiskar upplýsingar um, hvat skipanin merkir fyri sjúkligin og fyri samfelagið.

Tá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, her fyri vitjaði á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, vísti hann á hesa skipanina og segði, at tað er alneyðugt fyri at kunna kalla seg eitt vælferðarsamfelag, at tey sjúku hava trygd fyri, at tey kunnu fáa viðgerð. 

Tíðarskeiði imillum fyrstu læknaviðtalu og sjúkuavgerð kann hava avgerðandi týdning fyri sjúklingin. Við viðgerðartrygdnini kunnu vit tryggja at sjúkugongdin ikki verður óneyðuga drúgv fyri sjúklingin.

Eina slíka trygd eigur tað føroyska samfelagið eisini at kunna bjóða øllum føroyingum.

Ingi K. Midjord