Sita so væl á turrum: “Hvat vilja tey, hvat skilja tey”

Við at elva til heilt nýggjan ótryggleika og økja um fíggjarligan váða kann uppboðssøla av fiskirættindum gerast ein álvarslig hóttan ímóti kappingarføri og burðardygd í fiskivinnuni, ið verður psykologiskt leidd til at handla ólønandi. 

Ávaringar móti uppboðssølu av fiskirættindum ljóða framvegis frá umboðum fyri fiskivinnuna, og reiðarar siga at av øllum í fiskivinnu nýskipanini hjá Landsstýrinum er uppboðssølan av fiskirættindum “størsta hóttan ídag” móti tí búskaparliga grundarlagnum hjá vinnuni. 

“Rætt skal vera rætt, og ymiskt er hent til tað betra síðan tað upprunaliga uppskotið um nýskipan varð lagt fram,” viðmerkti Hanus Hansen, stjóri á JFK, í samtalu við bloggin Fiskivinnan. 

“Eitt nú eru anti-trust reglurnar ikki longur so darvandi fyri vinnuna sum tær upprunaliga sóu út til at blíva, og politikarar hava hóast alt tikið til sín okkurt burtur úr rúgvuni av teimum mongu atfinningum sum hava verið at hoyrt. Men tað sum serliga stendur eftir nú er uppboðssølan av fiskirættindum. 

Talan er um eitt munandi minni umfang enn tað sum upprunaliga varð lagt upp til, men kortini verður hetta ein marra fyri vinnuna sum tað sær út nú — og hetta er okkara størsta hóttan ídag. Tað ger øll framtíðar útlit fullkomiliga óviss, í sovorðnan mun at tað ikki kann samanberast við tær treytir vit fyrr hava arbeitt undir. 

Undir hesum umstøðum sum nú gera seg galdandi ber ikki longur til at planleggja yvirhøvur, tí tú hevur ongan kjans at vita hvørji fiskirættindi tú hevur framyvir. Av tí sama kunnu vit skjótt missa alt kappingarføri, og møguleikarnir at standa seg og yvirliva eru knappliga nógv verri enn teir hava verið. Hvat skulu vit siga við keyparar sum eru vanir at gera langtíðar sáttmálar — skulu vit fyrigykla teimum at vit hava framvegis trygg rættindi og kunnu levera vøruna tey komandi tvey-trý árini, og so bara vóna at vit fáa tað at bera til? 

Men tað vil jú vera villleiðandi og ábyrgdarleyst, ja kanska hartil brotsligt, at gera soleiðis. Ella skulu vit siga sum er og fortelja teimum at Føroyar sum einasta land millum kappingarneytar á okkara leiðum hevur valt at spenna so bein fyri egnari vinnu at okkara fyritøkur ikki longur kunnu standa inni fyri nakrari veitingartrygd?” 

Hetta argumentið hjá Hanusi Hansen er ikki ókent og hevur verið frammi fyrr, ikki bert millum umboð fyri fiskireiðarí og manningarfeløg, men eisini frá øðrum síðum. Hvussu ber tað til at so nógvir politikarar og teirra ráðgevarar ikki taka hetta í størri álvara? 

Ein blokkur av misskiljingum og reingingum kring hesi viðurskifti kann botna í nøkrum av tí sum nakrir ideologiskt drivnir búskaparfrøðingar áhaldandi hava ført fram yvir fleiri ár, ikki minst í tíðindamiðlum, í slíkan mun at fleiri leiðandi politikarar eftir øllum at døma hava tikið tað til sín: at tann avgerandi spurningurin snýr seg um ‘marknaðartreytir’ og at tað er bæði rætt og rímiligt at vinnulig framíhjárættindi so sum fiskirættindi verða útlutað umvegis uppboðssølu, soleiðis at landinum sum eigara av rættindunum kann tryggjast ‘marknaðarprís’ fyri tey. 

Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2018/05/sita-so-vl-turrum-hvat-vilja-tey-hvat.html#more