Eftir fýra umfør í FM í bridge fyri lið, liggur eysturoyarliðið hjá Símuni Lassaberg(Árni M. Dam, Marner Joensen, Dia Jacobsen, Pól Egholm) á odda.
Áðrenn tey bæði umførini, sum vóru spæld leygradagin, lógu ligini hjá Símun Lassaberg og Per Kallsberg(Jóannes Mouritsen, Egil Sondum, Allan Dahl-Christiansen, Arne Mikkelsen, Balle Mohr) jøvn. Men verandi føroyameistararnir vunnu báðar dystirnar sannførandi. Í fyrstu fýra dystunum hevur liði vunnið 90 stig av 100 møguligum.
Støðan í 1. deild:
1. Símun Lassaberg 90 stig
2. Per Kallsberg 79 stig
3. Bogi Simonsen 59 stig
3. Robert Langgaard 59 stig
4. Jórun Johannesen 42 stig
5. Høgni Jacobsen 25 stig
Í 2. deild vóur fýra dystir spældir leygardagin. Liðið hjá Eyðun Jakobsen (Øssur Winthereig, Helgi Arntórsson, Tryggvi Sigurpállsson Kamban) hevur lagt seg fremst við 75 stigum.
Støðan í 2. deild:
1. Eyðun Jakobsen 75 stig
2. Danny Transport 70 stig
3. K.B.I. Klaksvík 65 stig
4. Connie Thomsen 58 stig
5. Jóna Hentze 48 stig
6. Óli Holm 44 stig