Simme A. Jacobsen, gullnál

Røða sum Petur Elias Petersen helt, á skjótibreytini á Sandvíkum 5. Mai 2012, í sambandi við at Simme A. Jacobsen, fekk gullnál ÍSF’s.


Skjótisamband Føroya hevur á nevndarfundi gjørt av at innstilla Simma A. Jacobsen til gullmerkið hjá ÍSF.** Grundgevingin fyri hesum er, at Simme við sínum áhaldandi stríði eigur lívið í føroysku leirdúgvuskjótingini.


Hóast harðan andróður frá bæði myndugleikum og áhugabólkum, og tá allir aðrir høvdu hug at geva skarvin yvir, helt Simme tørn.


Eftir sera drúgt stríð eydnaðist tað honum at fáa neyðugu loyvini og góðkenningarnar, soleiðis at leirdúgvuskjótingin kundi vinna sær viðurkenning sum ítróttargrein í Føroyum, og breytin í Sandvíkum kundi aftur nýtast til leirdúgvuskjóting.


Simme hevur við sínum áhaldni, bæði í Byrsudeildini og í Byrsumúla, hildið lív í skjótingini.


Tá hetta stríðið umsíðir var liðugt, var tað munandi lættari hjá teimum yngru at taka yvir og at byggja skjótingina upp til tað, sum hon er blivin í dag. Simme hevur eisini luttikið á oyggjaleikunum, umframt øðrum kappingum uttanlanda eisini.


Hóast sín høga aldur, er Simme enn virkin í Byrsumúla, bæði í kappingum og í arbeiðinum á breytini.


Í dag hevur Byrsumúli skipa fyri einari stórari kapping nevnd Simme Cup, og sum eg havi skilt, fer Simme Cup, at vera ein afturvendandi kapping á Sandvíkum. Stjórnin hjá Ítróttasambandinum avgjørdi á fundi í mars, at heiðra Simma við gullnálini, sum viðurkenning fyri stuðul og áhuga føroyskari ítrótt at frama.