Sildakanningarnar norðanfyri lidnar

Magnus Heinason er júst liðugur við sildakanningarnar norðan fyri Føroyar. Nógv sild var at síggja norðan fyri Føroyar í ár í mun til undanfarnu árini. Nakað meira av svartkjafti var at síggja í kantinum, og makrelurin var ikki komin norður um oyggjarnar enn.


Nógv sild var at síggja í kanningarøkinum í ár, væl meira enn seinnu árini. Sildin stóð víða um í kanningarøkinum og var at finna sum ein lind á 10-50 m dýpi, sum um dagin tók seg saman í smáar torvur á 250-300 m dýpi. Sildin stóð tættast í útnyrðingspartinum av økinum.


Nakað meira av svartkjafti var at síggja í ár í mun til í fjør. Hetta samsvarar við fyribils kanningarúrslitini vestan fyri bretsku oyggjarnar fyrr í vár. Tó var næstan einki at síggja úti á opnum havi. Hugaligt at eisini smærri svartkjaftur (2009 árgangurin) var at fáa.


Tað serliga í ár var, at eingin makrelur sást norðanfyri. Í fjør var makrelurin komin norður á 64º30’ N hesa tíðina. Gongdin seinastu árini hevur annars verið, at makrelurin er komin longri og longri norður og vestur.


Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har Føroyar, Noreg, ES (Danmark) og Ísland luttaka. Úrslitini frá Magnusi Heinasyni verða løgd saman við úrslitunum frá hinum luttakandi skipunum í juni mánaði, tá endalig frágreiðing verður skrivað.


Les alla fráðgreiðingina við at trýsta á linkin niðanfyri


http://www.hav.fo/PDF/Turar/2012/FRAG1218.pdf


Jan Arge Jacobsen


Havstovan


15. mai 2011