Síðsti partur av fænum úr Sjúkrakassagrunninum leysgivin
Ein partur av fænum úr Sjúkrakassagrunninum, sum Granskingarráðið fekk at umsita í 2014, skuldi vera bundin í fimm ár, sum trygd fyri møguliga skuld og skyldur hjá/stavandi frá Sjúkrakassagrunninum. Tann freistin er í dag farin, uttan at nøkur krøv eru móttikin. Seinastu pengarnir eru nú leysgivnir. Talan er um á leið 3,7 mió. kr., sum eru tøkar til Høvuðsøki 2.
Lýst verður tí eftir umsóknum til stuðul til gransking og menning frá Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum. Hetta er væntandi seinasta umfar við stuðli frá Høvuðsøki 2. Freistin at søkja er 1. september kl. 12 føroyska tíð.
Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum. Epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.
Raðfest øki (í bókstavraðfylgju):
• Heilsa – sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku og hvussu sosialir trupulleikar sum fylgja av sjúku kunnu bøtast. Her kunna samfelagsviðurskifti og ávirkanin á heilsustøðu verða greinað.
• Heilsa – sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti sum ávirka heilsu og sjúku, td. autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur.
• Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
• Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið
• Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk.
Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.
Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingarverkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun.
Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur.
Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum.
Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.
Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.