Shell, SvF og løggan, brutu lógina

Perlur: - Vit gjørdu løgregluni eina ov stóra tænastu, og vitskutu spurvar við kanónum. Oyggjatíðindi 3. desember 2008:


Orðini eigur, tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jón Brian Hvidtfeldt, tá hann av Dimmu verður konfronteraður við video-myndirnar, tá Shell-kundi fyllir bensin á bilin, og rýmir undan rokningini.


Ongastaðnar í innslagnum hjá sjónvarpinum gekk fram, at journalistarnir gingu ørindir fyri løgregluna eftir áheitan frá Shell ella Ansni.


Tað stutta av tí langa er, at tíðindaleiðarin er ikki errin av stuntinum, og formaðurin í Blaðmannafelagnum, Anna V. Ellingsgaard, helt í Dimmu lítið um hetta stunt hjá SvF.


Um formaðurin er heilt tann rætti persónurin at tosa um etikk og moral, er ein onnur søga. Hon vil t.d. ikki sjálv svara spurningum, tá hon verður er skuldsett fyri rasismu, av Henrik Heckser, ið føldi seg forfylgdan av Sosialinum.


Men hóskvøldið fingu føroyingar prógv fyri, at Shell - uttan himpr, lat Sjónvarpinum vakmyndaupptøku av viðskiftafólki, ið koyrdi frá bensinrokningini.


Við mynd av manninum varð upplýst, at hetta var ikki fyrstu ferð.


Maðurin hevði ikki krógvað sítt egna andlit, men sjónvarpið visti at siga, at hann hevði krógvað nummarspjaldrið.


- Vit vita ikki um Shell hevur loyvi at hava eitt vakmyndatól á Frælsinum í Havn. Men vit vita í hvussu so er, at Shell hevur ikki loyvi at lata sjónvarpinum upptøkurnar at vísa alment. Tað er lógarbrot. Hevur Shell ein trupulleika, ella metir, at lógarbrot er framt, so kundi Shell latið upptøkurnar til løgregluna. Tað er vanlig mannagongd. Hjá Dátueftirlitinum hava tey hoyrt um stuntið hjá Shell og SvF, og eru nú farin at kanna málið. Dátueftirlitið fer at koma við einari niðurstøðu, stóð at lesa á www.oyggjatidindi.com.


Dátueftirlitið hevur eftirfylgjandi kanna málið og er komið eftir, at tað var løgreglan, sum bað SvF um at senda myndirnar út í luftina, men Dátueftirlitið staðfestir so eisini, at Shell á Frælsinum, hevði ikki loyvi at hava vakmyndatól.


Hetta staðfestir, at allar innblandaðir partar hava brotið lógina.


Fyrst Shell á Frælsinum, síðani Ansni og sjónvarpið.


Men mest graverandi er tað tó, at løgreglan sjálv brýtur lógina við at biðja SvF senda ólógligar myndir í luftina..


Uppaftur grovari er tað, at politisturin í morgunsendingini mánamorgunin, errin kundi greiða frá, at maðurin, sum rýmdi undan rokningini, hevði meldað seg sjálvan, rokningin goldin, og øll glað.


Og hjá almenna Kringvarpinum hevur síðani valda tøgn um málið.


Og Dimman tagdi.