Seturskjak

Seturskjak komandi hóskvøld 4. oktober í Kongshøll.



Fróðskaparsetur Føroya sær sum undirvísingar- og granskingarstovnur ein stóran
tørv á at taka ábyrgd av at kunna almenningin um virksemið á stovninum. Hetta
gevur samstundis almenninginum møguleika til at spyrja nærri um evnið og at
kjakast meira um hetta sama. Tí taka vit nú táttin við Seturskjakið uppaftur.
Komandi hóskvøld 4. oktober verður evnið:



Kropslig
venjing sum viðgerðarháttur



Tiltakið
er ætlað sum kjakkvøld, har fólkið fær høvi til at hoyra meira um evnið og at
spyrja nærri um hetta. Hetta verður gjørt soleiðis, at fakfólk hava stuttar
framløgur um vald evnir sum síðani vera viðgjørd við eitt pallborð, sum leggur
afturat hesum og sum so aftur leggur upp til eitt kjak, har áhoyrarar eisini
luttaka.



Framløgurnar
hetta kvøldið hava Magni Mohr um "Kropslig venjing sum
viðgerðarháttur" og Amanda Vang um "Exercise, microbiote and
inflammation". Pallborðið manna Magni Mohr, Guðrun Zakariassen,
kommunulækni, og ein politikari. Kjakið verður stýrt av orðstýrara, sum til
hetta tiltakið er Óluva Zachariassen, tíðindakvinna.



Kongshøll
gevur góðar karmar, eisini til tílík tiltøk, og bjóða vit øllum at verða
hjartaliga vælkomin á gátt hóskvøldið 4. oktober. Byrjað verður kl. 19:30 og
tiltakið endar kl. 21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.





Fróðskaparsetur Føroya