Seturskjak 8. november

Komandi
hóskvøld 8. november er Seturskjak aftur á skrá. Hesaferð er evnið:
"Førenskt. Ensk ávirkan á málnýtslu í Føroyum."



Tað er Føroyamálsdeildin, ið skipar fyri. Evnið er sera
aktuelt og leggur upp til orðaskifti um mál í Føroyum. Nógv ymisk mál verða
brúkt í føroyska samfelagnum, og enskt ávirkar í størri og størri mun
málnýtsluna, serliga millum ung. Í nýggjari kanning siga 30% av 1300 spurdum
børnum í 4., 6. og 9. flokki, at tey ofta ella sera ofta brúka ensk orð, tá ið
tey eru saman við vinfólkum, og 13% siga, at tey tosa enskt, tá ið tey eru
saman við vinfólkum.



Talgildingin ávirkar eisini málnýtsluna í samfelagnum sum
heild. Í talgildu miðlunum er enska málið ráðandi. Í nógvum samanhangum og
samrøðum verður enskt brúkt sum eitt slag av kotuskifti – við snøggum enskum
frøðiheiti verður hetta nevnt “code-switching” – og t.d. prentar Fróðskaparrit,
sum upprunaliga hevði til endamáls at menna eitt føroyskt vísindamál, í dag ein
stóran part av greinunum á enskum.



Tiltakið er ætlað sum kjakkvøld, har fólk fáa høvi til at
hoyra meira um evnið og gera viðmerkingar og spyrja. Kjakið verður skipað
soleiðis, at fakfólk leggja fyri við tveimum stuttum framløgum. Jógvan í Lon
Jacobsen, dr. philos., professari í málfrøði á Føroyamálsdeildini, og Hjalmar
P. Petersen, dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini fáa 7-10 min. í
part til framløgu. Síðani verður evnið viðgjørt við eitt pallborð, har tað
afturat Jógvani og Hjalmari sita Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari og
politikari, og Jóhannis Danielsen, sum er adjunktur í lívfrøði og leggur seg
eftir at undirvísa á enskum. Lagt verður upp til kjak, og áhoyrararnir kunnu
luttaka. Orðstýrari verður Kári Mikkelsen, journalistur.



Tiltakið verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum 8 november.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Byrjað verður kl. 19:30, og endað verður kl.
21:00. Vit bjóða kaffi/te/vatn og smákøkur.



Fróðskaparsetur
Føroya