Settu spakan í suðurendan á Tórsvølli

- Tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur hevur FSF, kommunan og alt Føroya land fingið nakrar virðiligar og góðkendar karmar til altjóða fótbólt í Føroyum.


- Hetta er ein neyðug íløga, um vit framhaldandi skulu fáa loyvi at spæla okkara landsdystir her á landi, tí krøvini gerast bara fleiri og strangari. Men vit fáa eisini eitt anlegg sum ger, at vit hava møguleika aftur at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, og Gundadalur verður størsti ítróttardepil her á landi, øllum føroyingum at frama, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann og FSF-forsetin Christian Andreassen settu spana í suðurendan á Tórsvølli í morgun.


- Tórsvøllur bleiv bygdur í 1996, men bleiv ongantíð gjørdur heilt liðugur. M.a. var onki bygt við ovara enda á vøllinum, og har stóðu tí ein rúgva av bingjum og øðrum í nógv ár. Ætlanin var tó ikki, at norðari endi skuldi standa óbygdur. Longu í 2004 var farið undir at gera nakrar skitsur og byggiskrá til eina bygging til fimleikin í Havnini har á staðnum, tí visjónin hjá býráðnum var, at savna sum mest av allari ítrótt í Gundadali, so hetta gjørdist ein kraftdepil fyri alla ítrótt í kommununi og í landinum.


- Í 2009 var so umsíðir sáttmáli undirskrivaður við byggifelagið MT Højgaard Føroyar, og varð norðari endi lokaður, tá byggingin stóð liðug á vári 2010. Bygningurin er soleiðis konstrueraður, at hann er fyrireikaður til at byggja tvær hæddir omaná, so har liggja eisini stórir møguleikar í at byggja út, soleiðis at Fimi gerst ein fult integreraður partur av tí samlaða stadionanleggingum.


- Í okt. 2010 hevði kommunan fund við umboð fyri UEFA og FSF, har avtalað var at fáa gjørt eina heildarætlan (masterplan) fyri Tórsvøll. UEFA vísti á, at einasta rætta staðið at hava eitt tjóðarstadion í Føroyum, var á Tórsvølli. Og UEFA var sinnað umvegis FSF at veita stuðul til íløguna at liðugtgera Tórsvøll, soleiðis at Tórsvøllur lýkur galdandi UEFA- og FIFA-krøv. Semja varð um at heita á spanskt arkitektavirki, sum hevur arbeitt nógv saman við UEFA, um at gera ein slíkan masterplan. Kommunan og FSF samdust um at deila kostnaðin fyri hesa heildarætlan millum sín.


- Masterplanurin var liðugur á vári 2011, og hevur verið eitt sera hent amboð í víðari arbeiðinum við at liðugtgerða Tórsvøll. Kommunan og FSF samdust um beinanvegin at fáa sett í verk arbeiðið at gera ljósanleggið. Nógvar góðar kreftir fóru undir hetta, og tað gingu júst tveir mánaðir, frá at spakin var settur í jørðina, til ljósini vórðu tendrað. Tað vóru nógv, sum ikki trúðu, at hetta kundi lata seg gera, men tað eydnaðist, tí at allir partar hjá kommununi, FSF, ráðgevum og arbeiðstakarum samstarvaðu um at náa málinum.


- Næsta stig var so at fáa skift grasvøllin út við graslíki. Hetta bar til, tí graslíkið eftirhondini er blivið so gott, at UEFA og FIFA umsíðir góðkenna hetta til altjóða dystir. Hetta gevur samstundis víðkaðar møguleikar fyri nýtslu av Tórsvølli, tí vøllurin er nú ikki so viðbrekin, sum tá tað er vanligt gras. Arbeiðið var fyrireikað á vári 2012, og var gjørt á sumri 2012, og stóð liðugt til minniligu steypafinalurna á Tórsvølli í fjør, og seinni landsdystin móti Svøríki.


- Umframt landsdystir og aðrar dystir, hava vit nú eitt undirlendi, sum eisini kann nýtast til eitt nú stórar konsertir og annað. Bert hugflogið setir mørk, og tað er okkara vón, at eisini onnur duga at síggja møguleikarnar her, soleiðis at vit kanska á hvørjum ári fáa okkurt stórt tiltak fyri allar Føroyar á Tórsvølli. Og tað var ikki minni hugaligt, at sjálvur FIFA-forsetin, Sepp Blatter, kom higar at hátíðarhalda stóru tøkini, sum tikin vórðu á Tórsvølli saman við okkum í fjør.


- Nú verður so farið undir 3. stig. Og hesuferð er tað sunnari endi, sum stendur fyri tørni. FSF og kommunan fara her at byggja ein stásiligan bygning, sum umframt at hýsa virksemi hjá FSF, eisini kemur at verða andlitið á Tórsvølli oman móti býnum. Og her kemur eisini at verða nógv útvent virksemi í niðastu hædd, tá landsdystirnir ella onnur størri tiltøk verða her. Hendan byggingin skal eftir ætlan standa liðug seinni í hesum árinum.


- Men vit steðga ikki her. Býráðið og FSF hava longu avtalað næsta stig, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd. Tað verður at gera yvirdekking og áskoðaraumstøðurnar við sølubúðum, toilettum o.l. á eystaru langsíðu. Hetta verður væntandi sett í verk í 2014.


- Tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur hevur FSF, kommunan og alt Føroya land fingið nakrar virðiligar og góðkendar karmar til altjóða fótbólt í Føroyum. Hetta er ein neyðug íløga, um vit framhaldandi skulu fáa loyvi at spæla okkara landsdystir her á landi, tí krøvini gerast bara fleiri og strangari. Men vit fáa eisini eitt anlegg sum ger, at vit hava møguleika aftur at hýsa Oyggjaleikunum í 2019, og Gundadalur verður størsti ítróttardepil her á landi, øllum føroyingum at frama, segði Heðin Mortensen at enda í røðu í morgun.