Setti temaráðstevnu hjá Útnorðurráðnum

Kaj Leo Holm Johannesen, samstarvsráðharri, setti mikudagin 29. januar,  temaráðstevnu hjá Útnorðurráðnum, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum. Evnið á temaráðstevnuni er mál í útnorði. 

Kaj Leo Holm Johannesen varpaði ljós á týdningin av at vit í norðurlondum og útnorði halda fast um okkara málmenning, og at vit geva okkum far um, at tilflytarar hava avbjóðingar við at fella til og trívast í okkara londum, um teir ikki fáa munadygga málundirvísing.

Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at arbeiðið innan norðurlandasamstarvið í stóran mun hevur verið grundað á tankan um, at vit hava felags virðisgrundarlag, í stóran mun av tí at vit skilja málið hjá hvør øðrum.

”Tað er gleðiligt at Útnorðurráðið varpar ljós á støðuna hjá okkara smáu málum í útnorði, og serliga í mun til børn og ung. Vit hava tørv á at viðgera hetta evnið, fyri at kunna fylgja við í altjóðagerðini, og verða kappingarfør og kunna bjóða áhugaverdar karmar til okkara borgarar”, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.