Staðfestast kann, at Arbeiðseftirlitið er vekk, at kalla ongin setningur hjá eftirlitinum verður útintur í løtuni, og spurningurin er bara um tíð, áðrenn vit síggja greiðar avleiðingar av vantandi virkseminum hjá Arbeiðseftirlitinum. Hetta fer at síggjast aftur í fleiri sjúkrameldingum, í fleiri vinnusjúkum og í fleiri arbeiðsskaðum.
Undirritaðu fakfeløg mótmæla harðliga, at økið arbeiðaravernd onga raðfesting fær frá politiska myndugleikanum, og at til ber at avtaka stovnin og virksemi hjá stovninum frá degi til dags. Inntrivini sum gjørd eru á Arbeiðseftirlitinum eru greið brot á alla vanliga siðvenju, tí Arbeiðsumhvørvisráðið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru hvørki hoyrd ella kunnaði um nakran part av tilgongdini, tá ið Arbeiðseftirlitið var avtikið sum sjálvstøðugur stovnur.
Feløgini heita á Føroya Løgting og politisku flokkarnar um at bera so í bandi, at Arbeiðseftirlitið verður sett á stovn aftur sum sjálvstøðugur stovnur og fær ta fíggjarligu játtan, sum krevst fyri at røkja skyldurnar í lógini. Starvsfólkatalið er seinastu árini minkað úr 18 til 4 starvsfólk, og tað undrar feløgini, um politiski myndugleikin vil taka ábyrgd av hesi gongd.
Eisini heita vit á myndugleikan um at tryggja, at skyldurnar í lógunum og kunngerðum verða røktar. Hetta eru skyldur í mun til góðkenning, eftirlit, vegleiðing og skeið, og í mun til tað framrættaða arbeiðið, herundir at granska sjúkrameldingar, vinnusjúkur og arbeiðsskaðar.
Feløgini gera vart við, at vandin fyri vinnusjúkum og arbeiðsskaðum er munandi øktur, nú Arbeiðseftirlitið er hildið uppat at virka. Hetta er í greiðari andsøgn við málsetningin, sum átti at verið, at ongin skal fáa álvarslig mein ella doyggja vegna vandamikið arbeiðsumhvørvi.
Feløgini heita á politisku flokkarnir um greitt at boða frá, hvørja støðu teir hava til spurningin um arbeiðseftirlit, og hvat teir ætla at gera við hættisligu støðuna, sum er íkomin.
Almanna- og Heilsurøktarafelagið
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Handverkarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Psykiatrifelag
Føroya Prentarafelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Fysioterapeutfelagið
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Kost- og Føðslufelag
Føroya Landsfelag Handverkaranna
Ljósmøðrafelag Føroya
Starvsmannafelagið
S&K Felagið