Mentanarvikan í Runavík verður sett sunnudagin 23. oktober klokkan 15 í Løkshøll.
Tiltakið fevnir millum annað um tónleik, sang og rørslu. Magnus Rasmussen, borgarstjóri, fer at leiða setanina, og Jógvan Fríðriksson, bispur, setur mentanarvikuna 2011. Hornorkestrið fer sum altíð at seta sín dám á løtuna.
Sum partur av setanini verður skipað fyri einum gongutúri frá Løkshøll runt Toftavatn í erva.
Áðrenn farið verður til gongu, býtir Nósi endurskin út til gongufólkið, og øll børn fáa eina ballón.
Tá komið verður aftur, er møguligt at keypa sær ein drekkamunn og okkurt gott afturvið í café’ini í Løkshøll.