Seta løntakaran á breddan í valstríðnum



Nevndin og álitisfólkini í
Starvsmannafelagið hava kosið sær seks kjarnumál, sum tey vilja varpa ljós á í
valárinum 2019. Fyrsta stigið er eitt serblað, sum verður borið út í hvørt hús,
saman við Sosialinum, í morgin.



Í Føroyum eru útvið 30.000
fólk, sum hava tað í felag, at tey eru løntakarar. Hesi fólk velja allar
politiskar flokkar, men tey hava øll felags áhuga í, at tey sum løntakarar hava
so góð kor sum tilber. Sum fakfelag hjá umleið 2.000 løntakarum í almenna
sektorinum og almennum partafeløgum setir Starvsmannafelagið tískil aftur í ár
fokus á nøkur mál, sum hava týdning fyri føroyska løntakaran. Fyrstu ferð hetta
varð gjørt var til løgtingsvalið 2015.



6 kjarnumál


Endamálið er, at varpa ljós á 6
kjarnumál, sum tey umleið 100 álitisfólkini í Starvsmannafelagnum – saman við
nevnd felagsins – hava kosið sær, og gjørt síni tilmæli um.



Við løntakaranum í huga mæla
álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum til at





 



Á hesum sjónbandabrotinum
greiðir Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum í stuttum frá Kjarnumálum
Starvsmannafelagsins 2019: https://youtu.be/CcImmBiYkS4 



Umframt at varpa ljós á mál,
sum hava týdning fyri limirnar og lønatakararnar sum heild, eru politisku
flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, slopnir at siga sína hugsan um
tey 6 kjarnumálini. Støða teirra til kjarnumálini sæst at lesa í blaðnum.



Serblaðið kemur í morgin



Kjarnumálini hjá
Starvsmannafelagnum verður almannakunngjørt í einum serblaði, sum liggur inni í
Sosialinum, ið verður borin út í hvørt hús í landinum í morgin. Í blaðnum eru
eisini yrkisgreinar um tey 6 kjarnumálini, sum Regin Berg, samfelagsfrøðingur
hevur skrivað.



Umframt serblaðið ætlar
Starvsmannafelagið at varpa ljós á tey 6 løntakaramálini í greinum og
sjónbandainnsløgum. Saman við øðrum fakfeløgum er eisini ætlanin at skipa fyri
almennum kjakfundum um arbeiðsmarknað og løntakaramál, tá ið valið fer at
nærkast.



Starvsmannafelagið er
partapolitiskt óheft, og hettar er eitt partapolitisk óheft tiltak. 
Starvsmannafelagið er altíð í parti við øllum sínum limum og hevur skyldu at
virka fyri at teir fáa so góð kor sum tilber. Hetta gera vit við samráðingar og
hettar gera vit við at arbeiða fyri áhugamálum limanna í rúminum, har politisku
avgerðina verða tiknar.



Um tit vilja hava
viðmerkingar ella vilja vita meira um tey seks kjarnumálini hjá
Starvsmannafelagnum í valárinum 2019, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband
við Súna Selfoss, formann í Starvsmannafelagnum, á tlf. 21 48 68.



Vinarliga



Súni Selfoss, formaður


Starvsmannafelagið