Sergei Vorobyov innlagdur við tvingsli: Onki etið í fjúrtan dagar

Russarin og svenski ríkisborgarin, Sergei Vorobyov, bleiv tvangsinnlagdur uppá reyð pappírir. Í dag sigur hann, at hann er innistongdur av politiskum orsøkum. Í fjúrtan dagar hevur hann mótmælt við onki at eta, og hann sigur, at kona hansara í Svøríki, hevur sent klagu um Bjørn á Heygum, til svenska uttanríkisráðið.


Oyggjatíðindi 10. desember 2010


Sannleikin verður ikki toldur í Føroyum, og kritiskar røddir verða kvaldar, dømdar ella, sum hjá Sergei Vorobyov, innilæstur.


Russarin við svenska ríkisborgarsskapinum, kom til Føroyar at arbeiða hjá Setrinum, har hann skuldi hava alla KT-skipanina undir sær. Hann hevur eina phd í KT, og verður mettur at hava framúr góð evnir júst á hesum økinum.


Hansara trupulleiki var, at KT skipanin hjá Setrinum er so afturúrsigld, og kravið um ábøtur so stórt, at tað bar ikki til at undirvísa uttan neyðugar dagføringar í skipanini.


Men tá Setrið í áravís hevur brúkt meira pengar enn játtan hevur verið til, og kavabólturin er bara blivin størri og størri við árunum, hevur støðan verið hættislig, og ongir pengar hava verið ella eru til ábøtur.


Hetta hevur ført til, at Sergei Vorobyov, hevur talað við stórum stavum, og tá hann kom í klørnar á løgguni, fekk hann ikki bót fyri harðskap, ella varð rættarsøktur við kravi um harðskapsdóm, so sum vanlig mannagongd er. men bleiv ístaðin innlagdur við tvingsli.


Hetta fær Sergei Vorobyov, ikki at ivast í, at hann hevur status, sum politiskur fangi á stongdari deild.


Sergei, sigur, at honum er noktað at hava samband við internetið, men tá hann yvirfyri yvirlæknanum, Tórmóði Stórá, kundi vísa á, at hann hevur krav uppá at kunna samskifta yvir internetið, men ikki fær loyvi til tess, so er hetta prógv um, at hann er innilæstur av politiskum orsøkum.


Tað tænir ikki Setrinum, at Sergeir sleppur at úttala seg um vánaligu støðuna. Tað er ein fyrimunur fyri tey, ið ikki tola kritikk, at Sergei verður hildin á stongdari deild, fyri at forða honum at samskifta við onnur um støðuna á Fróðskaparsetrinum, sum er á lágum pisa-støði, næstan í idiotiskari tómgongd.


Veikleikin við at hava Sergei innilæstan uttan orsøk er, at hetta beinleiðis kann setast í samband við ta avdúking, hann hevur gjørt á Setrinum, og at Setrið tí hevur ávirkan á støðuna og á psykiatriska depilin, og at Russarin tí uttan himpr, kann staðfesta, at hann er politiskur fangi við einari ávísari vitan, sum ikki tolir dagsins ljós.


Hóast Tórmóður Stórá, yvirlækni, hevur víst á, at hann hevði sett seg í samband við russiska konsulátið í Føroyum, so hevur Sergei Vorobyov, ikki havt vitjan haðani.


Russiski konsulin, Árni Dam, hevur upplýst fyri blaðnum, at sjálvt um Sergei Vorobyov, er russari, so er hann svenskur ríkisborgari, og at russiska konsuláti tí onki hevur við mannin at gera, men yvirlæknin á deuild 2 sigur, at Sergei Vorobyov, hevur bæði russiskan, og svenskan ríkisborgaraskap – ein sokallaða dupultan ríkisborgaraskap, so russiski konsulin sleppur ikki rættiliga undan manninum.


Bjørn á Heygum, sum er svenskur konsul í Føroyum, og tí skal umboða áhugamálini hjá svenskum ríkisborgarum, hevur onki gjørt fyri at verja støðuna hjá Sergei Vorobyov, ið beinleiðis sigur, at svenski konsulin í Føroyum, er fullur í lygn, og at ein klaga nú verður send svenska uttanríkisráðnum um støðuna.


Sergei Vorobyov innlagdur við tvingsli, og hevur mótmælt støðuni við ikki at eta í fjúrtan dagar.


Mikudagin skuldi Sergei Vorobyov, avhoyrast av løgregluni.


Frammanundan hevði hann biðið um, at blaðstjórin á Oyggjatíðindum, kundi vera hjástaddur undir avhoyringini, men beint áðrenn hann skuldi undir kvørnina, komu boðini til blaðstjóran:


Tey vilja als ikki hava teg við til avhoyringina, segði Sergei við blaðstjóran, Dan Klein.


- Eg eri politiskur fangi, sigur Sergei Vorobyov, ið minnir á, at føroyingar hava tikið við læru av Stalin.


Sergei Vorobyov varð innlagdur undir tvingsli. Tá ivasamt er við grundarlagnum, so er tað sjáldsamt ikki so gott við pressuni.


Men hasir kalarnir mugu so liva við, at russarin hevur noktað at etið í samgullar fjúratan dagar.


Løgreglan og psykiatriski depilin kunnu knappliga standa við einari heimssensatión:


At maðurin doyr av svongd.


Meira í morgin.