Tá einglapressan tagdi: Sergei bleiv bundin niður

Perlur: Stalin vildi fegnast um føroyskt sálarfrøðisligt átak, har Setrið fekk hjálp frá løgregluni, og psykiatrisku deild, at neutralisera kritiskan russara, sum ikki vildi finna seg í at undirvísa í teldutøkni undir serliga vánaligum umstøðum.Greinin stóð í blaðnum 3.desember 2010.

-------------

Greinað og skrivað, Dan Klein, journalistur:


Í gjár 15. mars 2016, bar KvF tíðindir um ein russiskan journalist, sum livir í útlegd, tí heimlandið gav honum ikki pressufrælsi. 

Russarin skuldi í hesum sambandinum halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um, hvussu ring støðan í veruleikanum er í Russlandi hjá journalistum, sum eru undir eftirliti og sensuri. 

At tað er líka ringt her heima hjá kritiskum journalistum, gloymir KvF. Meðan Norðurlandahúsið noktar føroyskum miðli atgongd, er tað eitt paradoks, at Oyggjatíðindi í 2010 avdúkaði, at ein annar russari, teldu-serfrøðingur, skuldi lyfta Fróðskaparsetur Føroya upp á eitt hægri støði, men tá KT-serfrøðingurin úr Russlandi, bleiv ov kravmikil, metti leiðslan, at russarin fór ov langt, og tosaði mannin sálarliga sjúkan, og endin var at maðurin við hjálp frá løgregluni, búraði, Sergei Vorobyov, inni á stongda deild á. 

Oyggjatíðindi var einasti miðil, sum gjørdi vart við støðuna. KvF tagdi, men Løgtingsins Umboðsmaður valdi at fara inn í málið, og maðurin bleiv leyslatin. Hetta prógvaði, at sjálvt føroyingar brúktu Stalinistiskar atsóknir. Her er so ein grein frá teirri tíðini. Vit fara at prenta aðrar greinar.

---------

Við hjálp frá kommunulækna, hevur løgreglan tvangsinnlagt, Sergei Vorobyov, ið hevur arbeitt á Setrinum, sum telduserfrøðingur. Hann er ættaður úr Russlandi, men er svenskur ríkisborgari.


Hósdagin í seinastu viku varð hann tikin av løgregluni, og læstur inni á psykiatrisku deild.

Sergei noktar at eta, og sigur seg vera spentan fastan í songina, og hvussu hann roynir, sleppur hann ikki útaftur.


Hann sigur seg hava merkir á kroppinum av politiharðskapi, og at hann bara er innistongdur fyri at fjala hendan veruleikan.


Seinasta hóskvøld var løgreglan boðsend at koma eftir Sergei Vorobyov. Hann skuldi sambært politinum, hava framt harðskap í móti politisti í sevil. Brúkt varð piparsprey, og tað gekk hart fyri seg.


Russarin sigur í dag, at hann slapp leysur aftur sama kvøld, og fór heim, at vaska sær eyguni, men hetta gjørdi alt tað sama. Sergei Vorobyov, avgjørdi tí, at ringja sær eftir einum hýruvogni, at koyra seg hann út á skaðastovuna.


Meðan hýruvognurin koyrir, verða teir steðgaðir av politinum, og Sergei skræddur út, og burturfluttur í politibilinum.


Nú varð hann handtikin aftur, førdur á politistøðina. Har bleiv hann kannaður av lækna, og síðani koyrdur á landssjúkrahúsið, men ikki á skaðastovuna. Hann kom beint á stongda deild.


Sergei varð sostatt við tvingsli innlagdur uppá sokallaði reyð pappírir.


Eftir nýggju psykiatri-lógin, ið kom í gildi í 2009, er tað í dag líka lætt at nýta tvingsil í móti føroyingum/útlendingum, sum tað var hjá Stalin, at búra fólk inni, honum ikki dámdi.


Tað er í dag heldur ikki neyðugt, at fara inn yvir ein dómara, at loyva tvingsli. Tað er nokk, at løgreglan og ein lækni, sum frammanundan samskifta, verða samdir um mannagongdina, og so kann tað vera nokkso fínt við inhabilitetsreglum, og øðrum sokallaðum verjum, sum bara ongan praktiskan týdning hevur.


Sjálvur sigur Sergei, at hann er sligin av løgregluni, og hevur fleiri merkir á kroppinum.


Ein yvirlækni, hann kallar Diana, hevur skrivað eina frágreiðing um merkini á kroppinum, men russarin sigur, at løgreglan er farin avstað við frágreiðingini, og at tað nú verður bíðað til merkini á kroppinum eru burtur. Fyrr væntar hann ikki at sleppa leysur.


Tvingsil


Í 2008 skuldi løgreglan inn yvir rættin, og har fáa tilnevndan ein umsjónarverja. Hetta var longu broytt í 2009, so sleppast kann heilt undan einum dómara, so ta “verjuna” hevur ein borgari ikki í dag, tó at fólk undir tvingsli fáa ein sjúklingaráðgeva, og kunnu kæra.

Tað stendur í psykiatrilógini:


Avgerðir viðvíkjandi tvingsilsviðgerð, nýtslu av likamligum valdi, nýtslu av persónligum ávaringar- og peiliskipanum og serligum hurðalásum og persónliga vernd, ið uttan steðg varar meira enn 24 tímar, kunnu kærast til Sundhedsvæsenets Patientklagenævn.


Um man ynskir at kæra, skal kæran sendast til psykiatrisku sjúklingakærunevndina, sum tók avgerðina. Nevndin syrgir fyri, at kæran verður send til Rættin ella Sundhedsvæsenets Patientklagenævn.


Legg til merkis, at málið skal vera móttikið í rættinum seinast 4 vikur eftir avgerðina hjá sjúklingakærunevndini. Tí skal kæran sendast psykiatrisku sjúklingakærunevndini í góðari tíð. Bert í undantaksførum kann rætturin góðkenna, at farið verður út um freistina, og bert til 6 mánaðir eftir nevndaravgerðina.


Kæra til Sundhedsvæsenets Patientklagenævn skal sum høvuðsregla verða latin inn innan 2 ár eftir tíðspunktið, har kærarin var ella átti at verið kunnigur við viðurskifti, sum kært verður um.


Tó at Sergei Vorobyov, sigur fyri blaðnum, at hann hevur fingið Barbaru Berg, sum sjúklingaráðgeva, og at hon bæði er fitt og fyrikomandi, hevur hon onki sagt um, at klaga og kæra tvingsilin, og tað er kanska álvarsamt, tí russarin heldur viðferðina vera so hættisliga, at hann í fleiri dagar hevur noktað at etið.


Sergei sigur eisini, at hann verður spentur fastur í songina um kvøldarnar, og at honum er noktað at nýta internet.


Starvsfólkini á deild tvey hava sagt honum, at løgreglan er komin við boðunum um, at hann má ikki brúka netið. 

Yvirlæknin vísir á, at løgreglan ikki hevur heimild at krevja hetta eftir teimum umstøðum, ið eru galdandi í hesum málinum.


Tórmóður Stóra, heldur nógv um psykiatrilógina, sum tekur hædd fyri inabiliteti, og so tað, at læknar “uttanífrá” koma við tilsøgnini um tvingsil.

Um førleikan hjá t.d. einum kommunulækna á psykiatri-økinum, vil Stóra, ikki inn í.


Og tá alt kemur til alt, er læknafamiljan í Føroyum ikki stór, og so er yvirlæknin eisini formaður í Læknafelagnum, so inhabilitetsstøðan er líka ring at halda seg til, sum fakligi førleikin, skilst.


V.ø.o., alt flýtir, og alt ber til. Tá kæra er send, viðgjørd og avgreidd, er skaðin møguliga hendur, og kann ikki rættast uppaftur.


Stórá sigur, at russarin var fastspentur í byrjanini, men vísir aftur, at Sergei enn verður fastspentur, men er ikki avgjørt avvísandi um, at hann kann vera spentur fastur um náttina.


Orsøkin er meirnýtsla


Sergei Vorobyov hevur eina phd í KT serfrøði, og hevur havt starv á Setrinum.


Trupulleikin er, at KT økið er afturúrsiglt, tí Setrið skumpar eina gamla yvirnýtslu av játtanini frammanfyri hvørjum fíggjárári, so peningur ikki er til dagføringar nakrastaðnar.


Hetta fekk ilt í serfrøðingin, men Setrið hevur rætta sambandi, og vinirnir hjá Sergei, sita ikki á politistøðini.


Vit fara seinni at leggja grein út, tá myndugleikarnir máttu lata Sergei Vorobyov, leysan, tí umboðsmaðurin kom upp í leikin eftir áheitan frá Oyggjatíðindum.


Seinni leggja vit eisini grein út, sum kallast:


TVEIR KONSULAR, OG HVØRGIN VITJAR SERGEI VOROBYOV.

-------------

Og Einglapressan tagdi og tigur.... 

Nú taka tey synd í russara í útlegd, men hildu onki gali vera við, at ein russari á føroyskari jørð varð niðurbundin og innistongdur, bara tí Fróðskaparsetrið var ósamt við mannin, og tey fingu løgregluna at renna ørindir fyri seg.

Hetta hevur onki við fólkaræði at gera.