Danski
serfrøðingurin og professarin, Claus Vinther Nielsen, luttekur á almenna
fundinum, “Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum”, sum Sambandsflokkurin
skipar fyri, hósdagin 25. oktober, kl. 09.00-12.00 - í Norðurlandahúsinum. Har fer hann at umrøða rehabiliteringsskipanina í Danmark
og hvørjar ætlanir eru um menning á økinnum
Bárður S. Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum bjóðar vælkomið og innleiðir almenna fundin.
Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen,
professari, MD, PhD Klinisk Socialmedicin og Rehabilitering, Institut for
Folkesundhed, Aarhus Universitet, at legjga fram og greiða frá
rehabiliteringsskipanini í Danmark og ætlanum um menning. Claus er eisini
formaður í Rehabiliteringsforum Danmark.
Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen
at greiða frá sínum royndum sum formaður í Rehabiliteringsforum Danmark, har
hann m.a. hevur ábyrgdina av at:
·
Skapa netverk fyri at menna
rehabilitering í Danmark
·
Viðvirka til, at
rehabiliteringstilboðini í Danmark betrast
·
Røkja danska limaskapin í
Rehabilitation International
·
Umboða tann hægsta fakkunnleikan
innan fyri rehabiliteringsøkið
·
Skjalfesta búskapaligu virðini av
rehabilitering, herundir tað búskaparliga virðið av at viðgera einstøk
menniskju
·
Viðvirka til, at kjakið um
rehabilitering verður styrkt
·
Ávirka soleiðis, at
rehabiliteringsútbúgvingar fáa best møguligt innihald og eisini, at settar
verður á stovn læknaligar sergreinar innan rehabilitering
Á fundinum fer eisini Rósa Samuelsen,
fyrrv. løgtings- og landsstýriskvinna at greiða frá sínum royndum innan
rehabilitering við denti løgdum á politisk sjónarmið og loysnir, og fer hon
eisini at leggja fram ítøkilig lógaruppskot um rehabilitering.
Harafturat fer Sólbjørg Frederiksberg,
fysioterapeutur, at greiða frá tørvinum á rehabilitering í Føroyum, herundir
um, hvussu verandi rehabilitering virkar og ikki virkar í praksis.
Les meira: Skrá fyri almenna fundin um rehabilitering í Føroyum
Les meira: Lýsing av almenna fundinum um rehabilitering í Føroyum
Sambandsflokkurin