Serfrøðin sum vil verja Palliba móti sær sjálvum

Í paragraf 73 í grundlógini stendur, at “ejendomsretten er ukrænkelig”. Vit hava frælsi til at ráða yvir okkara egnu ogn, og vit kunnu sjálvi ráða yvir, hvørjum vit loyva inn á okkara egnu ogn, og hvat vit gera innanfyri egnu fýra veggir, so leingi vit ikki skaða onnur.


Landið skal í so stóran mun sum gjørligt halda seg frá, at lóggeva innum teir fýra veggirnar hjá fólki. Vit hava eina mekanismu, sum eitur at biða um dómarakennilsi, um okkurt er áfatt, og myndugleikarnir noyðast at koma óumbiðið um gátt. Tað er prinsipielt sera viktugt, at dómsvaldið má uppí, so at lóggevandi og útinnandi vøldini ikki kunnu hóreiggja sær, sum teimum lystir inni á privatu ognini hjá fólki.


Tá serfrøðin vil diktera lívsførslu


Tað er eitt sera óheppið rák, vit síggja í løtuni, har serfrøðingar av øllum møguligum slag vilja lóggeva innum teir fýra veggirnar fyri at verja Palliba og Marsannu móti sær sjálvum.


Vit hoyra Fólkaheilsuráðið vilja sleppa at forbjóða fólki í at roykja inni hjá sær sjálvum. Í Danmark tosar man enntá um at lóggeva um, at foreldur skulu lesa hart fyri børnum sínum so og so leingi hvønn dag.


Vit hava í Føroyum fingið eina nýggja byggilóg, sum sigur, at man ikki longur kann inrætta sær eitt kamar í kjallarnum, uttan at eitt stórt bureukrati skal aktiverast, og sum loyvir kommunalum inspektørum ella rættari sagt kommiserum inn í húsini hjá fólki uttan dómarakennilsi fyri at kanna eftir, um kamarið ella wc umbyggingin nú einaferð er gjørd eftir forskriftunum.


Meiniga fólkið má ikki lítast nakað til


Tað kann gott vera, at intentiónirnar eru góðar við slíkum hugskotum, men tað er einki at ivast í, at grundtankin aftanfyri slík hugskot er, at vanligi borgarin er býttur, og má verjast frá sær sjálvum.


Hatta er tankin aftanfyri alla atferðsregulerandi lóggávu, og tað er ein niðurgering av vanliga fólkinum.


Sjálvandi eru nøkur øki, har okkum tørvar serfrøðina, at fortelja okkum, hvussu landið liggur, men tað má vera eitt prinsipp, at ein borgari, sum er við síni fullu fimm, sjálvur má biða um serfrøðingahjálp fra tí almenna. Vit fara til lækna av og á, um vit ynskja tað.


Tann óneyðuga “ekspertifiseringin” av øllum


Eitt eru neyðug ting sum læknar, men vit síggja tiverri, at so at siga alt verður “ekspertifiserað” í hesum døgum. Borgarin dugir einki, um vit skulu lurta eftir Fólkaheilsuráðnum. Vit mugu forða vanliga fólkinum í at sleppa at cigarettum, brennivíni og sukri, tí annars roykja, drekka og eta tey seg um rygg. Hetta er hugburðurin hjá Fólkaheilsuráðnum. Palliba og Marsanna duga ikki at ansa sær sjálvum, og tí mugu ekspertarnir við lóggávu og forboðum gera tað fyri tey.


Gongdin virkar ikki sørt totaliter. Bara navnið Fólkaheilsuráðið minnir um DDR, og man bíðar bara eftir, at ordrin kemur um, at nú skulu øll út at gera obligatoriskan fólkaheilsumorgunfimleik hvønn morgun.


Borgarin hildin til rukku fyri egnar pengar


Vit hava alment løntar kostráðgevar, sum í útvarpinum fortelja mær fyri mínar egnu pengar, hvat slag av vistfrøðiligum nøtum eru best fyri meg. Vit fáa at vita, at vanligi borgari ikki longur dugir at smyrja matpakka til síni egnu børn, og at man skal hava eina bachelorgrad fyri at kunna uppala børn. Hvat er hetta fyri samfelag, vit eru í ferð við at skapa?


Vit eru í ferð við at skapa eitt samfelag, har øll lívsins viðurskifti vera “ekspertifiseraði” og har vanligi borgarin verður fullkomuliga ómynduggjørdur og viðfarin sum ein býttlingur av einari elitu, sum vil sleppa at definera “røttu” lívsførsluna smalri og smalri fyri hvønn dag sum fer.


Vardar íbúðir og stuðulspedagogar til øll?


Sjálvandi eru fólk, sum detta ígjøgnum av sínum lastum ella missa heilsuna av tí sama, men vit kunnu ikki viðfara øll eftir tí. Um gongdin í dag heldur fram, har vit lóggeva og ómynduggera eftir lægsta felagsnevnara, so kunnu vit tað sama øll fáa eina kommunalt bygda statsautoriseraða varda íbúð við hvør sínum stuðulspedagogi. Fólkaheilsuráðið kann fáa lyklar til vardu íbúðina, so tey kunnu kanna, at einki spik ella sjokolátapálegg liggur í køliskápinum.


Lívið er annað enn at eta og liva rætt. Fólk eru ikki so býtt, sum Fólkaheilsuráðið og herurin av óumbidnu serfrøðingum vil vera við. Tá vit eta feitan ella søtan mat, fáa okkum ein lítlan afturvið røstum kjøti ella festa okkum í, so vita vit, at tað er ósunt. Vit velja sjálvi, og skulu hava loyvi at velja sjálvi.** Vælferðarsamfelagið handlar um tilboð, ikki forboð!


Tað almenna vælferðarsamfelagið skal vera har, tá lívið byrjar og tá lívið endar. Landið skal syrgja fyri, at børn og ung fáa ta útbúgving og teir møguleikar til útbúgving, sum evnini røkka til. Samfelagið skal eisini vera har, fyri at tryggja sømulig kor fyri teimum eldru og teimum veiku annars. Hjá fólki í góðum árum, sum eru við síni fullu fimm, skal staturin vera eitt trygdarnet og ein veitari av umbidnum tænastum og einki annað.


Frá einari yvirstætt til eina aðra


Tað er ein ávís ironi í, at vit í eina øld arbeiddu fyri, at vanligi borgarin skuldi fáa nakað at siga í samfelagnum, og at meiniga fólkið skuldi fáa eina demokratiska rødd, sum man lurtaði eftir og tók fyri fult. Vit brúktu 100 ár, at rysta elitustýring av okkum, og nú eru vit í ferð við aftur at ómynduggera meiniga fólkið við einum øðrum slagi av elitustyring. Fyrst í farnu øld var elitan ein aðalstætt. Nú fáa vit eina ekspertstætt, sum hevur sama grundtanka, sum aðalstættin hevði fyri 100 árum síðani: Meinigi borgarin er býttur, og má ikki sleppa at ráða sær sjálvum í nøkrum sum helst.


Ironiskt, at man aftur er komin hartil.


Thomas Arabo