Sendistovan fekk ársins Brúkaraprís 2012

Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði.


Hetta er triði prísurin hjá Brúkaraumboðnum, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009. Ætlanin er at lata brúkaraprísin á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum og einstaklingum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.


Brúkaraprísurin fyri 2012 verður latin til:


Lýsingarfyritøkuna: Sendistovan.


Grundgevingarnar fyri at sendistovan fær Brúkaraprísin fyri 2012 eru fylgjandi:


• At Sendistovan í virksemi sínum hevur lagt stóra áherðslu á at halda lógina um góðan marknaðarføringarsið.


• Lýsingarfyritøkur hava eina serliga medábyrgd og leiklut í samvinnu síni við vinnurekandi, tá ið lýsingar- og marknaðarátøk verða fyrireika. Í hesum sambandi hava leiðlsa og starvsfólk á Sendistovuni mangan sent ætlað marknaðarátøk til forhandarmeting hjá Brúkaraumboðnum, fyri at halda lógina um góðan marknaðarføringarsið.


Takk fyri sýndan áhuga fyri móttøkuni í dag.


Brúkaraumboðið,


Andrass Holm Arge