Arbeiðsgevarafelag undirskrivaðu í gjárskvøldið (mikukvøldið 4. oktober 2012) nýggjan handverkarasáttmála við Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Umframt sáttmálatillagingar og dagføringar, m.a. av álitismannaskipanini, varð semja um eina lønarhækking á 1,13 % fyrsta árið og 1,89 % næsta árið. Hetta er júst sama støði, sum semja var um við arbeiðarafeløgini fyrr í ár.
Eisini varð semja undirskrivað við Atlantic Workers Union, sum eru flogmekanikarar hjá Atlantic Airways.