Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið skrivaðu mikudagin undir semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2019 – 30. september 2021.    

Fyrra árið fáa starvsfólk í lønarflokki 1-21 kr. 795,00 omaná mánaðarlønina og starvsfólk í flokki 22-50 fáa kr. 595,00 omaná mánaðarlønina.   Seinna árið fáa øll 2,25 prosent í lønarhækking.    

Í semjuni er eisini áseting um ein serstakan bachelorstiga, umframt broyting í flokkingum av deildarleiðarum.
 
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ásannar, at búskaparligu útlitini eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, men leggur stóran dent á týdningin av, at lønarlagið hjá starvsfólkum, ið eru limir í Starvsmannafelagnum, er eins hjá landi og kommunum.  

Fyri at tryggja eitt eins lønarlag fyri limir í Starvsmannafelagnum í kommunalum og almennum størvum, tók Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyrrapartin avgerð um at lata somu lønarhækking, sum Fíggjarmálaráðið lat hesum starvsbólki við semjuni í januar 2020.
 
Tórshavn, hin 03.06.2020
 
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið