Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag gjørt semju um sáttmála fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Tíðindaskriv
Talan er um endurnýggjan av sáttmála galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn sett í kommununum, og semjan byggir á ein karm, sum fyrra árið er 2,3 % og seinna árið 2,5 %.
Semjan inniber eitt, at eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 % upp í 10,5 % og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum.
Harafturat er avtala um fráboðanarfreist gjørd, og partarnir hava avtalað at viðgera undantøk í sambandi við arbeiðssteðg í sáttmálaskeiðinum.
Tórshavn tann 4. juli 2018
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið