Semja millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Fíggjarmálaráðið

Hósdagin  varð undirskrivað semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag um navigatørar við Magnus Heinason fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.


Eftirlønin hækkar fyrra ári frá 9,6 % til 12 % og seinna ári frá 12 % til 14 %.


Lønin hækkar 0,38 % tann 1. oktober 2017 og aftur 0,9 % tann 1. oktober 2018.


Semjan byggir sostatt á ein karm á 2,3 % fyrra ári og 2,5 % seinna ári.


Partarnir eru samdir um, at kemur nýtt ella annað skip inn fyri Magnus Heinason í sáttmálaskeiðnum, taka partarnir upp nýggjar samráðingar, tó uttan at seta stríðsstig í verk.


Leinki til semju