Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S & K

Semjan er á sama støði sum hinir sáttmálarnir, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt. Mánadagin 29. apríl undirskrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og S & K nýggjan tvey-ára sáttmála.


Umframt tillagingar og broytingar í sjálvum sáttmálanum hevur semjan við sær eina lønarhækking á 1,11 % 1. mai í ár og 1,89 % 1. mai 2014.


Saman við broytingunum í sáttmálanum gevur hetta ein samlaðan karm á 1,13 % 1. mai 2013 og 1,89 % 1. mai 2014.