Semja millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2021.

1. oktober 2019 hækkar lønin á lægru lønarstigunum við 795 krónum, meðan hægru lønarstigini hækka við 595 krónum, og sostatt hækkar lønin hjá teimum lægstløntu lutfalsliga meira enn hjá teimum hægstløntu. Tann 1. oktober 2020 hækkar lønin á øllum stigunum við 2,25 %.

Harumframt inniber semjan nýggja skalagongd fyri útbúgvingar á bachelorstigi, og somuleiðis eru einstakar broytingar gjørdar í sáttmálanum, ið millum annað viðvíkja sjófólki hjá Strandfaraskipum Landsins.

Eisini eru broyttar sáttmálaorðingar um fyribilstørv, sjálvboðið eyka arbeiði v.m.