Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Fíggjarmálaráðið gjørdi mánadagin ein trý ára sáttmála við Maskinmeistarafelagið. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan er galdandi fyri trý sáttmálaøkir: Maskinmeistarar í almennari tænastu á landi, Strandfaraskip Landsins og skipini hjá Havstovuni.

Semjan inniber, at lønirnar hækka 2,56% tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.

Nýggja havransóknarskipið Jákup Sverri og nýggja tríkyljan hjá Strandfaraskip Landsins eru flokkaði inn í sáttmálarnar, umframt at smávegis broytingar eru gjørdar í sáttmálunum.

Semjan kann lesast her.