Semja millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Fíggjarmálaráðið gjørdi mikudagin ein tríára sáttmála við Føroya Lærarafelag. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2022.

Semjan inniber, at lønirnar hækka 2,56% tann 1. oktober 2019. Tann 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05%, og tann 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25%.

Lønarhækkingin tey bæði seinni árini er á sama støði sum á privata arbeiðsmarknaðinum.

Fíggjarmálaráðið 24. juni 2020