Semja gjørd við Grafiska Yrkisfelagið um nýggjan sáttmála. Hósdagin 2. mai skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag øðrumegin og Landsfelag Handverkaranna og Grafiska Yrkisfelagið hinumegin undir semju um nýggjan 2-ára sáttmála.
Sum allir hinir sáttmálarnir, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni liggur lønarhækkingin á 1,13 % hin 1. mai 2013 og 1,89 % hin 1. mai 2014.
Grafiska Yrkisfelagið er nýggja navnið hjá Føroya Prentarafelag.