Sement bjóðar tónleikarum at kappast
Aftur í ár verður tónleikakappingin Sement í Reinsarínum í Havn. Hetta er áttandu ferð, at føroyskir bólkar kappast um heiðurin at gerast Sement vinnari.
Tíðindaskriv:
Áður hevur Sement sett gongd á yrkisleiðina hjá bólkum sum Hamferð, Guðrun og Bartal og Konni Kass, ið telist millum mest umrøddu nøvnini í løtuni.
Tað er Margarinfabrikkin sum skipar fyri Sement. Tónleikakappingin er fyri bólkar og einstaklingar, har allar sjangrur eru vælkomnar, og tónleikarir í øllum aldrum eru kærkomnir.
Luttakandi fáa ein pall og høvi til at framføra í 15 minuttir, har í minsta lagi tveir triðingar av framførsluni skal vera egið tilfar.
Reinsaríið er aftur í ár karmur umt tvey innleiðandi umfør hóskvøldið 18. og fríggjakvøldið 19. mai. Finalan verður leygarkvøldið 20. mai.
Kappingin er øðrvísi í ár, á tann hátt, at hon fer framm yvir eitt vikuskifti og ikki tvey, sum undanfarin ár. Eisini er nýtt í ár, at Margarinfabrikkin, ið skipar fyri kappingini, samstarvar við Mentón og Tutl um at gera kappingina.
Fyriskipararnir av Sement vilja eggja øllum, ið gera sangir, kompositiónir ella liggja inni við tilfari, ið kann framførast, um at melda seg til kappingina.
Soleiðis meldar man seg til.