Selatraðarvegurin fíggjar ongan Sandoyartunnil

Løgtingsnevndirnar hava hesa vikuna havt fundir, har fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 hevur verið viðgjørt. Talan er um eitt slag av ráðførslu til fíggjarnevndina, tí tað er har, at sjálvt fíggjarlógaruppskotið verður viðgjørt.


Vanliga verður bara mælt til onkrar smávegis broytingar, men í rættarnevndini hendi tað løgna hesaferð, at meirilutin mælti til at fara undir at játta pengar til Sandoyartunnilin. Fíggingin skal millum annað fáast til vega við at taka tvær milliónir av játtanini til Selatraðarvegin.


Tvær milliónir muna ikki nóg í eini verkætlan, sum kostar 700 mió., so eg gangi út frá, at brúk verður aftur fyri hasum tveimum milliónunum næsta ár og nógvum øðrum milliónum í nógv ár framyvir.


Vit sum kenna eitt sindur til Selatraðarvegin vita, at talan er um ein sera langan og smalan veg, og tí gera vit okkum ongar tankar um, at vegurin verður settur í nútíðarstand eftir stuttari tíð. Men vit hava kortini eina vón um, at um smáar ábøtur verða gjørdar yvir eitt longri tíðarskeið, so fáa vit einaferð ein rímiliga góðan veg. Tvær milliónir røkka ikki langt, men alt ger mun. Men skulu hesar tvær milliónirnar brúkast til at fíggja Sandoyartunnilin fyrst, so verður leingi at bíða.


Nú var talan bara um eina tilráðing frá rættarnevndini, so tað í sær sjálvum broytir einki. Men umráðandi er, at ein langtíðaríløguætlan verður gjørd, so sum løgmaður hevur mælt til, og at hon verður gjørd við skili.


Tað verður ikki Selatraðarvegurin sum kemur at fíggja Sandoyartunnilin.


Helgi Abrahamsen


Løgtingsmaður


Strendur