Sekstiein føroyingar geldir í 2017

Hetta sæst at lesa í heilsulýsingini hjá landslæknanum fyri 2017. Lesið alla frágreiðingina við at trýsta á linkin niðanfyri.

STERVINGAR (STERILISATIÓNIR) Tá ið viðvíkur stervingum, er løgskipan nr. 73 frá 14. mars 1968 um ígildiskomu fyri Føroyar av lóg um sterving og gelding (kastratión) framvegis í gildi. 

Sambært løgskipanini kan sterving av eini kvinnu verða gjørd uttan loyvi, tá ið viðurskifti  bert ella einamest av læknaligum slag gera tað neyðugt at fyribyrgja viðgongu til tess at forða fyri vanda fyri lívi hennara, ella vanda fyri at heilsa hennara fer at versna álvarsliga  og varandi. 

Sterving má í aðrar mátar bert verða framd, eftir at Stervingarnevndin (Sterilisationsnævnet) hevur givið loyvi. 

Fundir í Stervingarnevndini (Sterilisatiónsnevndini) Í 2017 gekk Stervingarnevndin umsóknum á møti frá 61 fólkum (59 í 2016). Ongin umsókn varð avvíst. Sjey mál vóru løgd til viks, tí upplýsingar vantaðu... 

https://stps.dk/da/om-os/landslaeknin/faeroesk-foeroyskt/utgavur/~/media/AB247A031A2241A59B8F79C6393C5826.ashx